Sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovu Føroya vóru 12,8 milliardir krónur útgoldnar í lønum í tíðarskeiðinum frá mars 2024 til februar 2025. Tað er ein vøkstur á 4,6 prosent samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Serliga kvinnur hava serliga fingið ágóðan av vøkstrinum, við einari hækking á 7,6 prosentum í útgoldnum lønum, samanborið við 2,7 prosent hjá monnum.
Gongdin vísir, at lønarvøksturin hevur verið størstur hjá kvinnum, sum arbeiða hjá almennum arbeiðsgevarum. Har hevur vøksturin verið 10 prosent, meðan hann hjá monnum hevur verið 5 prosent.
“Almenn umsiting og verja” og “Heilsu- og almannaverk” hava havt størsta lønarvøkstur. Serliga í røktarvirksemi á bústovnum varð ein lutfalslig hækking á 14 prosent. Hinvegin hava vinnugreinarnar “Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða” og “Framleiðsluvinna” sæð eina minking í lønum.
Hóast lønirnar hjá kvinnum vaksa skjótari enn hjá monnum, er miðallønin hjá kvinnum framvegis 39 prosent lægri. Í februar var miðallønin hjá kvinnum 28.452 krónur, meðan hon hjá monnum var 46.540 krónur.