14.000 skaðar fráboðaðir í 2024

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ongantíð áður hevur Betri Trygging fingið so nógvar skaðafráboðanir sum í 2024. Samanlagt vóru 14.000 skaðar fráboðaðir, harav 1.300 av teimum vóru í ódnini í januar.

Hóast stóru skaðaendurgjøldini, sum vóru 407 milliónir krónur, endaði roknskapurin við einum yvirskoti eftir skatt upp á 79 milliónir krónur.

Tryggingarinntøkurnar hjá felagnum vuksu við 8,2 prosentum, og komu upp á 540 milliónir krónur, sum millum annað stava frá nýggjum tryggingarvørum, prísvøkstri og at kundarnir raðfestu tryggleika hægri.

Forstjórin í Betri Trygging, Ingunn Eiriksdóttir, sigur, at náttúrukreftirnar vístu sína megi í 2024. Hon leggur afturat:

– Í Føroyum vita vit, hvør ið ræður – náttúran. Tí vita vit eisini, hvussu alneyðugt tað er við góðari trygging.”

Betri Trygging hevur eisini ment nýggjar tænastur og skipanir, sum til dømis mánaðarligt gjald av tryggingargjaldi og appina Mín Trygging. Við hesum verður tað lættari hjá kundunum at tillaga og boða frá sínum tryggingum.