Fyri sjeyndu ferð skipar Visit Faroe Islands aftur fyri árliga átakinum, Closed for Maintenance, í tøttum samstarvi við kommunur, kunningarstovur og onnur. Áhugin at taka lut í átakinum er stórur, og heimasíðan hjá Visit Faroe Islands hevur ofta verið undir trýsti, tá ið tilmelding letur upp.
Vanliga tekna um 5.000 fólk seg, men í ár vóru 15.000 tilmeldingar upp á tveir dagar, ið er nýtt met. Burturúr rúgvuni verða 80-100 útlendsk sjálvboðin vald tilvildarliga at taka lut.
Closed For Maintenance er fordømi innan ferðavinnuna kring allan heimin, tí tað snýr seg um ferðavinnu, sum miðar eftir at menna vitjunarverd støð. Átakið kastar ljós á eitt rák, sum prógvar, at fólk vilja hava meiningsfullar ferðir.
– Átakið er vorðið flaggskipið hjá Visit Faroe Islands í arbeiðinum at menna burðardygga ferðavinnu í Føroyum. Tað er eitt árligt høvi at tosa við fólk um ferðavinnuna og fyrireika náttúru og bygdir til vitjandi. Átakið hevur stóra savningarmegi og skapar samstørv, sum geva meining, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.
Closed for Maintenance verður 1.-3. mai við 9 verkætlanum: Koltur, Nólsoy, Bøur, Tvøroyri, Gøta, Við Gjógv, Leynar, Skopun og Tórshavn.