15 ára gamal íslendingur skoraði hattrick

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

KR úr Reykjavík er elsta og mest vinnandi felagið í íslendskum fótbólti, har teir hava vunnið bestu deildina 27 ferðir, harímillum allarfyrsta kappingarárið í 1912. Tað er eisini mest vinnandi felagið í íslendsku steypakappingini (14 sigrar), íroknað allarfyrstu steypafinaluna í 1960. Harumframt var felagið fyrsta íslendska umboðið í europeiskum fótbólti, tá felagið møtti Liverpool í Europa Cup fyri meistaralið í 1964.

Í dag spældi KR ímóti KÁ Ásvellir í íslendsku steypakappingini og vann heili 11-0. Bert 15 ára gamli Alexander Rafn Pálmason skoraði hattrick. Hann gjørdist sostatt hin næstyngsti nakrantíð, sum hevur skotið hattrick í kappingarførum fótbólti, tí Ntinos Pontikas var bert 14 ára gamal, tá hann skoraði tríggjar ferðir í 5. bestu griksku deildini í 1996.

Alexander Rafn Pálmason (f. 7. apríl) hevur longu spælt fyrsta landskappingardystin í bestu deildini og er sonur fyrrverandi íslendska landsliðsleikaran, Pálmi Rafn Pálmason, sum í dag er forstjóri hjá KR. Pápin var eitt skifti fyribils venjari hjá KR farna kappingarár. Í 2007 gjørdist hann meistari við Valur og var í 2008 við til at vinna 5-2 á NSÍ, har hann skoraði tvey mál.