17 ára gamal skoraði ímóti Skotlandi

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Konstantinos Karetsas (f. 19. novembur 2007) er føddur í Belgia, men hevur griksk foreldur. Hann hevur umboðað Belgia á ungdómslandsliðum, men hevur nú valt at umboða Grikkaland á A-landsliðnum.

Karetsas varð úttikin til belgiska U21 landsliðið ímóti Skotlandi og Ungarn í oktobur 2024, har hann varð innskiftur ímóti Ungarn. Í mars 2025 góðtók FIFA, at Karetsas kundi skifta frá Belgia til Grikkaland. Hann varð innskiftur í fyrsta landsdystinum ímóti Skotlandi 20. mars 2025 og tríggjar dagar seinni skoraði hann fyrsta málið ímóti Skotlandi; bert 17 ár, 4 mánaðir og 4 dagar gamal.

Skotland vann fyrra dystin 1-0 á útivølli, men í seinna dystinum kastaðu teir alt fyri borð, tá ið Grikkland vann 3-0, har Konstantinos Karetsas skoraði til 2-0 beint undan hálvleikssteðginum í fyrsta landsdystinum frá byrjan. Úrslitið hevði við sær, at Skotland noyðist niður í B-deildina í Nations League og Grikkaland verður verandi í A-deildini.

Málið hevði hjá Konstantinos Karetsas førdi eisini við sær, at hann gjørdist yngsti grikski málskjúttin á landsliðnum nakrantíð, har hann tók metið frá Sotiris Ninis (18 ár og 46 dagar), tá ið hann skoraði í mai 2008 ímóti Kýpros. Karetsas er eisini yngsti málskjúttin í Nations League nakrantíð.

Konstantinos Karetsas spælir í belgiska liðnum Racing Genk.