Nú Selma Hansen fer í farloyvi sum roknskaparleiðari í Nes kommunu, loysir Niels Peter Bech hana av
Selma Hansen, sum hevur starvast sum roknskparleiðari hjá Nes kommunu síðan 2009, hevur fingið játtað farloyvi í eitt ár frá 1. mai.
Býráðið í Nes kommunu hevur sett Niels Peter Bech, sum er búsitandi í Søldarfirði, sum avloysara. Niels Peter hevur drúgvar starvsroyndir, eisini innan bókhald og roknskap.
Niels Peter Bech byrjaði í avloysarastarvinum mánamorgunin hin 17. mars. Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, bjóðaði honum hjartaliga vælkomnum við ynski um gott samstarv.
Kelda: Nes kommuna