Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rán á Hotel Føroyum: – Nú heldur tú tín fucking helvitis kjaft

Í morgun byrjar eitt rættarmál móti tveimum ungum dreingjum og tveimum ungum gentum, sum eru ákærd fyri at hava nýtt knív og harðskap fyri at ræna ein mann á einum hotellkamari á Hotel Føroyum.

Í morgun byrjaði eitt rættarmál móti fýra ungum fólkum, har tey eru ákærd fyri rán við frælsistøku og harðskapi.

Talan er um tveir ungar dreingir og tvær ungar gentur, sum eru skuldsett fyri at í felag hava lokkað ein mann niðan á eitt hotellkamar á Hotel Føroyum við tí fyri eyga at taka pening frá viðkomandi. 

Hetta var í apríl mánaði í 2021.

Sambært ákæruritinum var tað onnur gentan, ið fekk samband við mannin, sum tá hann kom niðan á hotellkamarið á Hotel Føroyum, varð sligin fleiri ferðir í andlitið og kroppin av dreingjunum báðum.

Annar drongurin tók síðani um kvørkrarnar á manninum og við felliknívi hótti hann mannin at flyta pening á kontuna hjá aðrari gentuni.

Onnur gentan er síðani eisini ákærd fyri vitnishóttanir, tí eftir at maðurin hevði verið hjá løgregluni og meldað tilburðin, fekk hann tvey boð umvegis snapchat frá gentuni, har hon sambært ákæruritinum skrivaði: “Nú heldur tú tín fucking helvitis kjaft Steðga við at skriva alt møguligt bullshit”, og “Tú skalt betala mær endurgjald uppa ca 7000 kronir Gleði meg at faa penganir fuck teg og halt tin helvitis kjaft”.

Ákæruritið ger greitt, at hesini boðini skuldu eisini lesast í tí samanhangi, at væntandi fór maðurin at vitna móti teimum fýra í rættinum.

Harumframt er annar maðurin ákærdur fyri at hava koyrt bil ávirkaður av bæði rúsdrekka og rúsevnum, og fyri at hava havt um hendi 0,2 gramm av hashblandi, parafernalia til hashroyking, og tveir knívar; eina vekt og tríggjar topplyklar við amfetamin- og hashrestum.

Les eisini...  Nevndirnar í Havnar Tennisfelag og Tennissambandi Føroya halda fram

Tveir dagar eru settir av til rættarmálið.