Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Illgruni um njósnaraskip: Løgmaður vísir til løgregluna

Tvey russisk skip, sum norðmenn misteinkja fyri njósning, liggja í løtuni í Føroyum. Talan er um eitt álvarsamt mál, sigur løgmaður, sum eisini ger greitt, at skal nakað henda í málinum, má løgreglan taka um endan

Føroysku miðlarnir hava í allan dag verið á gosi, eftir at tað gjørdist greitt, at tvey russisk fiskiskip, sum í Norra eru undir illgruna fyri at njósna, í løtuni liggja í Føroyum.

Talan er um skipini bæði Lira og Melkart-5, sum liggja við Skansabryggjuna og á Skipasmiðuni í Havn.

NRK visti í morgun at siga, at illgruni er um, at Melkart-5 sleit samskiftiskaðalin til Svalbard í fjør, og at í sambandi við kanning umborð á Lira kom norska løgreglan fram á gamla samskiftisútgerð, ið ikki var á brúnni.

Sambært NRK kom løgreglan fram á einar læstar dyr umborð á Lira, og tá biðið varð um at fáa dyrnar latnar upp, sat ein einsamallur maður framman fyri radioútgerðini, sum eftir øllum at døma er frá Sovjetttíðini, og sum sambært serfrøðingi hjá NRK kann nýtast bæði til sivil og hernaðarligt endamál.

Í tíðindunum á FM1 klokkan 15. gjørdi Aksel V. Johannesen, løgmaður, greitt, at talan er um órógvandi og álvarsamt mál.

-Tað er eingin ivi um, at tað er órógvandi og álvarsamt. Men hinvegin kemur hetta ikki óvæntað, tí sum vit vita frá fregnartænastum í okkara grannalondum, er tað als ikki óhugsandi, at russisk fiskiskip og onnur skip verða brúkt til avlurting og annað njósnaravirksemi.

Hoyr samrøðuna, sum Árni Gregersen hevði við Aksel V. Johannesen á nóni

Tað er kortini ivasamt, um nakar føroyskur myndugleiki hevur fingið eyga á hendan samskiftisútbúnaðin, sum er umborð á Lira.

Vørn, sum hevur atgongd til fiskiskip í Føroyum, hevur einans eftirlit við teimum støðum umborð, sum hava við fisk at gera.

Les eisini...  Tíðindir á FM1 kl 12 týsdag

Taks ger javnan tolleftilit við teimum skipunum, ið koma inn í tolløkið, sum er 12 fjórðingar, men Birna Biskopstø, deildarstjóri á tolldeildini hjá Taks, sigur, at Taks ger ikki viðmerkingar um einstøk skip.

Í tíðindunum kl. 15 gjørdi løgmaður eisini greitt, at skuldi nakað hent í málinum, hevði hetta verið ein uppgáva fyri løgregluna.

Tað er kortini ikki eydnast okkum at fáa fatur á Michael Boolsen, fúta, fyri at vita, um løgreglan hevur í hyggjuni at fara umborð á Lira fyri at síggja, hvat tað er fyri radioútgerð, ið skipið hevur umborð, og hvat skal henda víðari í málinum.