Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvøroyrar hornorkestur hevur fagnaðarkonsert sunnudagin

Í samband við, at Tvøroyrar hornorkestur verður 45 ár og Tróndur Enni hevur verið dirigentur í 20 ár, so hevur hornorkestrið fagnaðarkonsert sunnudagin

Í ár eru tað 45 ár síðan, at Tvøroyrar hornorkestur varð sett á stovn. Umframt hetta, so kann hornorkestrið á Tvøroyri eisini, at Tróndu Enni hevur stjórnað orkestrinum í 20 ár.

Tí ynskir Tvøroyarar hornorkestur at hava eina rimmar Fagnaðarkonsert sunnudagin tann 23. apríl klokkan 15.

Konsertin verður hildin í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi.

– Konsertskráin verður sera fjølbroytt, við øllum frá góðum konsertmarsjum, føroyskum løgum og onkrum popplagi, skrivar Tvøroyarar hornorkestur á sínari Facebook-síðu.