Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Áki avgjørdi dystin í Gøtu

Fyrsta umfar av Løgmanssteypinum byrjaði í kvøld, har fýra dystir vóru spældir. Tann stóri dysturin í kvøld var tá ið Víkingur tók ímóti HB í Gøtu. Víkingur var nógv skert í verjuni uttan Atla Gregersen, sum hevði leikbann til hendan dystin. HB kundi tó koma við sterkasta manning, uttan stórvegis skaðar.

Í 16’inda minutti kom HB á odda 1-0. Her spældi Adrian Justinussen bóltin yvir í høgra borð, har stóð Hanus Sørensen púra fríður beint uttan fyri 16 meturin, hann smekkaði bóltin undir nettakið.

Dysturin bylgjaði aftur og framm í fyrsta hálvleiki, Víkingur royndi at bróta á spæli hjá HB. Nøkur kontra komu frá heimaliðinum, men HB stóðu stinnir í verjuni. Útiliðið kundi økt til 2-0 beint fyri hálvleik, men Bárður á Reynatrøð í Víkinga málinum stórbjargaði.

Í seinni hálvleiki blivu Samuel Chukwudi og Emil Berger skiftir inn, HB venjarin skifti eisini leikskipan til 4-3-3. Men tað var Víkingur sum byrjaði hálvleikin best. Ingi Jonhardsson við einum fløtum hornasparki fann Geza Turi, hann halaða bóltin afturum til Arnbjørn og hann smekkaði bóltin í kassan. Fagnaðurin var øgiligur í Gøtu og nú kom lív í dystin. Víkingur pressaði á og høvdu yvirtakið í seinna hálvleiki.

Í yvirtíðini royndi Mads Borchers at fáa eitt brotspark, men dómarin Alex Troleis var ikki í iva, hann gav Mads eitt gult kort fyri film. Støðan aftaná 90 minuttir var 1-1 og liðini fóru víðari til forlongda spælitíð.

Í forlongdari leiktíð avgjørdi Áki Dam Samuelsen dystin. 6 minuttir fyri seinna hálvleik í forlongdari leiktíð, fekk HB horna í høgru síðu. Bólturin stakk til Áka Dam Samuelsen, sum gjørdi bart og skoraði tað avgerandi málið til endastøðuna 2-1.

Les eisini...  Ísrael hevur steðgað samráðingum um longda vápnahvíld

Hettar merkir at tradiónsríka steypaliðið Víkingur er úti av Løgmanssteypinum og HB er víðari.

Uppstilling hjá Víkingi:

(4-2-3-1) – Bárður á Reynatrøð (mv), Signar á Brúnni, Ingi Jonhardsson, Bergur Gregersen, Arnbjørn Svenson, Geza Turi, Aron J. Ellingsgaard, Sølvi Vatnhamar (L), Jákup Johansen, Olaf Bárðason, Andreas Lava Olsen

Bonkur – Hans Jákup Armgrímsson (mv), Martin Klein, Páll Erik Djurhuus, Poul Kallsberg, Ingi Arngrímsson, Árni Nóa Atlason

Uppstilling hjá HB:

(4-4-2 diamant) – Teitur Gestsson (mv), Viljormur Davidsen (L), Hanus Sørensen, Heðin Hansen, Bartal Wardum, Dan í Soylu, Matthias Præst, Áki Dam Samuelsen, Adrian Justinussen, Mads Borchers, Mikkel Dahl

Bonkur – Bjarti Vitalis Mørk (mv), Emil Berger, Ási Dam, Eivind Restorff Mouritsen, Dánjal Reginsson, Samuel Chukwudi, Rani W. Sørensen

Í dystinum í Runavík spældi 1.deildarfelagið NSÍ ímóti 2.deildarfelagið MB. Her var talan um eina greiða favoritrollu til heimaliðið. NSÍ greiddi eisini sína skyldu, ið vóru frammanfyri 4-0 í hálvleikinum, við málum frá Steffan Løkin, Atli Djurhuus, Jógvan Højgaard og Oddur Højgaard við brotsparki. NSÍ hildu áframm í seinni hálvleiki og heimaliðið vóru í sonnum málhýri, heimaliðið vann heili 14-0. Tí kann man siga at runavíkingarnir fingu væl og virðiliga vunni seg víðari. Málskjúttarnir hjá NSÍ vóru hesir:

Steffan Løkin (2 mál), Atli Djurhuus, Jógvan Højgaard (3 mál), Oddur Højgaard, Hans Marius Davidsen, Mamuka Toronjadze, Andri Benjaminsen, Teitur Knudsen, Pætur Hentze, Betuel Hansen, Beinir Nolsøe

1.deildarliðið úr Hoyvík tók ímóti EB/Streymi. Í fyrsta hálvleiki var støðan 2-0 til EB/Streym. Útiliðið var tað betra liðið hettar kvøldið í Hoyvík, EB/Streymur vann sannførandi 6-0. Málini í dystinum skoraðu Tóki Johannesen, Gutti Dahl-Olsen, Bogi Reinert-Petersen (brotspark), Jákup Hummeland, Virgar Jónsson og Filip Djordevic.

Les eisini...  Hetta søgdu Aleksandur, André og Jákup hjá B68 og Rógvi og Sigfríður hjá EB/Streymi um 1. hálvfinaluna

Tað var málleyst í fyrra hálvleiki á Skála, tá ið 1.deildarliðini Skála og B71 brustu saman í fyrsta umfarinum. Skála fekk tó gongd í málskjótingina og eftir 8 minuttum inni í seinna hálvleiki, kom heimaliðið á odda 1-0. Fyrsta málið fekk portugiski Carlos Ferreira.

Fyrrverandi NSÍ leikarnir Meinhard Janusarson og Marjus Nón økti um støðuna til 3-0. Sandoyingar svaraðu aftur við málið frá Hans Oddson Hentze, men lítið nyttaði, tí skálamenn hildu fast og vunnu dystin 3-1.

Úrslit – Fríggjakvøldið 21. Apríl

Víkingur – HB                           1-2 eftir forlongdari leiktíð

NSÍ – MB                                  14-0

FC Hoyvík – EB/Streymur         0-6

Skála – B71                               3-1

Dystirnir ímorgin eru hesir:

Kl. 15:00           TB – B68

Kl. 15:00           ÍF – 07 Vestur

Kl. 16:00           AB – FC Suðuroy

Kl. 18:00           B36 – KÍ