Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gullsett kunnu avgera flogbóltsfinalurnar

Við liðini hvør sín dyst, skal FM-finalan avgerast við einum gullsetti. Fyrru F;-finalurnar í flogbólti verða mikudagin og hósdagin í komandi viku, og seinnu finalurnar vera leygardagin eftir hetta

Mikudagin og hósdagin verða fyrru FM-finalurnar í Føroya-Tele deildini spældar, og tveir dagar seinni, leygardag, verða báðar seinnu FM-finalurnar avgreiddar.

Hjá kvinnunum bresta SÍ og Fleyr saman í høllini í Kollafirði mikudagin 26. Apríl kl. 19:30, og hjá monnunum eru tað Mjølni og Fleyr ið kappast hósdagin 27. Apríl kl. 19:30 í Klaksvík.

Báðar seinnu finalurnar eru í høllini á Hálsi 29. Apríl.

Seinna finalan hjá kvinnunum byrjar kl. 14:00, meðan harrafinalan byrjar kl. 17:00.

Flogbóltssamband Føroya hevur til finalurnar boðað frá, at um liðini vinna hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er – so skal FM-heitið avgerast við einum gullsetti upp í 15 beint eftir seinna finaludystin.