Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

HB-Víkingur beinleiðis á FM1 týskvøldið

FM1 sigur frá dystinum millum HB og Víking týskvøldið

Rúni á Reynatrøð sigur beinleiðis frá Betrideildardystinum millum HB og Víking á ovara vølli í Gundadali. Viðmerkjari verður Heðin Askham.

Dysturin byrjar klokkan 18. Sendingin byrjar klokkan 17.30.

HB vann 2-1 á Víkingi í kappingini um Løgmanssteypið farna fríggjakvøld. Sambært veddingarfyritøkunum hevur HB eina lítla favorittstøðu.