Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mentanarvika í Runavík: Kim Simonsen vann skrivikappingina

Kim Simonsen vann árligu skrivikappingina við yrkingini "Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum"

Tað gjørdist Kim Simonsen, sum í ár vann 1. virðisløn í sambandi við árligu skrivikappingina, ið verður hildin í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.

Reglurnar hesaferð, ella formatið, var at skriva eina yrking á í mesta lagi 1000 orð, og tað gjørdist altso Kim Simonsen, ið kom best frá hesari uppgávuni við yrkingini “Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum”.

Á øðrum plássi var Jana Mortensen við yrkingini “Ikki – yrkjara yrking á yrkingardegnum”.

Umframt fyrstu og aðru virðisløn varð eisini latin serstøk virðisløn til ungt fólk, ið vísir serliga góð evni, og tað gjørdist Anita Gudmundarson, sum vann hesa virðislønina við yrkingini “Klivplantan”.

Dómsnevndin var mannað av Dorit Hansen, Oddfríða M. Rasmussen og Bergljót av Skarði.

Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavík varpar FM1 út beinleiðis úr Runavík hvønn dag í vikuni.