Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Donsku sjóverjuni tørvar starvsfólk

Fjórða hvør koyggja umborð á donsku verjuskipunum, ið sigla í føroyskum og grønlendskum sjógvi, stendur tóm

Donsku verjuskipini, sum sigla í føroyskum og grønlendskum sjógvi, mangla herfólk. Fjórða hvør koyggja umborð á verjuskipunum, og tað hevur ávirkan fyri uppgávurnar, ið skulu loysast í Norðuratlantshavi.

Men ístaðin fyri at halda eyga við føroyskum og grønlendskum sjóøki alt samdøgrið, so er tað bara í “vanligari kontórtíð, at verjuskipini halda vakt”, tí manningin skal hvíla, skrivar DR.

Tað er í samband við sendingina “Skyggekrigen”, at Danmarks Radio eisini hevur fokus á donsku sjóverjuna, sum skal halda eyga við til dømis russiskum kavbátum, nú norðurpólsleiðin hevur so stóran áhuga hjá nógvum londum, eitt nú Russlandi.

Fjórða hvør koyggja er tóm
Umleið fjórða hvør koyggja stendur í dag tóm í 1. Eskadre, ið er tann eindin í donsku sjóverjuni, sum siglir í føroyskum og grønlendskum sjóøki.

Upp á hálvtannað ár er talið av tómum koyggjum tvífaldað. Frá umleið 40 tómum koyggjum á jólum í fjør til 83 í mars í ár, vísa tøl frá sjóverjuni.

Hetta hevur við sær, at skipsmanningarnar mugu renna skjótari og loysa fleiri uppgávur, og tað hevur verið atvoldin til, at fleiri hava vent donsku sjóverjuni bakið.

Verjumálaráðharrin lovar broytingar
Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, sigur við DR, at hann arbeiðir við einari loysn í løtuni, ið skal avmarka, at starvsfólk flýggja úr sjóverjuni.

Hetta skal gerast skjótast gjørligt, og áðrenn næstu verjusemjuna, sum ikki kemur í gildi fyrr enn frá januar í 2024. – Eg eri sjálvur stúrin fyri, at vit koma at missa ov nógv góð starvsfólk, tí tey sigla ov nógv úti og eru tí ov lítið heima, sigur Troels Lund Poulsen við Danmarks Radio.

Les eisini...  Nýggj frímerki og jólamerki frá Posta

Afturat tær hernaðarligu uppgávurnar, so verða eisini ymsar aðrar samfelagsligar uppgávur loystar av donsku sjóverjuni, so sum fiskiveiðueftirlit, leiti- og bjargingartænasta, eftirlit við havumhvørvinum, dálkingarbasing og sjómátingar. Eftir tørvi verður stuðul eisini veittur til gransking og vísindaligar kanningar umframt hjálp og stuðul til lokalsamfelagið.