Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Johan Dahl hartar Høgna Hoydal fyri populistiskan verjupolitikk

Politisku loysnirnar hjá Høgna Hoydal minna um populistiskar loysnir, sum einki hald hava í veruleikanum, heldur Johan Dahl, sum spyr løgmann, um hann hevur álit á, at Høgni Hoydal er førur fyri at samstarva við danskar myndugleikar um verjupolitikk

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hartar nú Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum, fyri útmeldingar hansara í sambandi við verju- og trygdarpolitikk í Føroyum.

Í fyrispurningi til løgmann vil Johan Dahl hava at vita, um løgmaður hevur álit á, at Høgni Hoydal hevu megnar at samskifta og samstarva við danskar myndugleikar um verju- og trygdarpolitikkin fyri ríkið, umframt altjóða leiklutin hjá Føroyum í hesum sambandi.

– Tað er ørkymlandi at hoyra, hvussu landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum meldar út sína hugsan um verju- og trygdarpolitikk Føroya. Somuleiðis verða nógv viðurskifti eisini blandað saman, eitt nú spurningurin um uppsetan av einum lofteftirlitsradara og yvirtøka av lofrúminum kring Føroyar. Samstundis skulu vit í hesum lítla landi skipa okkara egna verju- og trygdarpolitikk, men ikki hava eina hernaðarliga skipan, sigur Johan Dahl.

Johan Dahl finst at, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur hvørki nevnt NATO ella donsku verjuna í hesum sambandi.
Samstundis sum at landsstýrið arbeiðir við at fáa útgreinað viðurskiftini millum Føroyar og Russland, hevur Høgni Hoydal gjørt greitt eftir fund við danska verjumálaráðharran, Troels Lund Poulsen, at ætlanin er at fara undir ein nýggjan verju- og trygdarpolitikk uppá, har sagt verður “einki um okkum – uttan um okkum”.

Endamálið við hesum er, at Føroyar skulu sjálvar hava ábyrgd og ávirkan, tá talan er um mál, ið ávirka um okkara leiðir.

Verju- og trygdarpolitikkur eru veruliga settur á dagsskrá aftur, nú Russland gjørdi innrás í Ukraina í fjør, og eisini nú illgruni er um, at russisk fiskiskip fremja njósning á sjógvi í Norðurlondum.

Les eisini...  Russiskir njósnarar arbeiða á sendistovum í Norðurlondum

Johan Dahl vil eisini hava løgmann at greiða frá, hvør verju- og trygdarpolitikkurin hjá landsstýrinum er, og um ætlanin er at orða ein tílíkan politikk, soleiðis sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum sigur tørv vera á.

– Politisku loysnirnar, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum tosar um, minna meira um populistiskar loysnir, sum einki hald hava í veruleikanum. Ógreiðu politisku boðskapirnir frá landsstýrismanninum í uttanríkis- g vinnumálum skapa eisini politiska spjaðing heldur en samanhald, sigur Johan Dahl.

Eisini vil Johan Dahl hava løgmann at svara, nær farið verður undir at seta upp nýggjan lofteftirlitsradara í Føroyum, og hvør – sambært metingini hjá løgmanni – skal hava ábyrgdina av at seta radaran upp.