Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hagtøl um Premier League liðini

Avgerðin í Premier League nærkast. Her er nøkur lyklatøl um øll liðini higartil:

Arsenal hevur í miðal vunnið 2,27 stig fyri hvønn dyst í kappingarárinum. Um gongdin heldur, so endar liðið á 86 stigum, sum er tað mesta síðani ótakandi liðið hjá Arsenal í 2003-04.

Aston Villa gjørdist fyrsta liðið í Premier League søguni, sum skoraði fyrstu 20 dystirnar undir leiðslu av nýggjum felagsstjóra. Unai Emery dugir sítt yrki.

Bournemouth er einasta liðið í Premier League, sum ikki hevur fingið tillutað brotsspark. Hinvegin hava teir gjørt 7 brotsspørk og tað eru næstflest í deildini.

Brentford hevur longu fleiri stig enn í fjør og tað er teirra besta kappingarár í Premier League (1993).

Brighton hava savnað saman 52,8% væntað mál í hvørjum dysti, tá brotsspørk ikki vera tald uppí og tað er 4. hægsta prosentstigið í ár. Tað er somuleiðis væl hægri, enn teir megnaðu undanfarna kappingarár (40,7%).

Chelsea hevur higartil bara vunnið 39 stig í 32 dystum og tað er tað lægsta hesa øldina. Um gongdin heldur fram, so endar Chelsea allarhelst á 46 stigum.

Crystal Palace hevði ligið bara tvey stig frá aftasta plássi, um dystirnir vórðu avgjørdir í fyrra hálvleiki. 20 ferðir er liðið komið afturíaftur í dystinum og tað er betri enn nakað annað lið.

14 leikarar hava skorað mál fyri Everton hetta kappingarárið, men ongin hevur skotið fleiri enn fýra mál. Teir hava eisini avrikað lakast av øllum liðum, tá vit tosa um væntað mál.

Fulham hevur vunnið 19 stig fleiri, enn síðst teir vóru í Premier League (2020-21).

Les eisini...  B36-Rijeka beinleiðis á FM1 hóskvøldið frá klokkan 18.45

Leeds hevur latið flest mál inn í opnum spæli (49). Teir hava eisini latið fýra ella fleiri mál inn í 5 dystum í kappingarárinum.

Um bara fyrri hálvleikur taldi, so hevði Leicester ligið nummar 12, men teir hava kastað 22 stig frá sær, sum teir hava havt í sekkinum, og onki annað hevur tveitt so nógv stig burtur.

Liverpool hevur 20 stig færri enn undanfarna kappingarár. Heilar 72 ferðir hevur ligið verið dømt fyri rangstøðu og tað er hægst av øllum liðum.

Erling Haaland hevur veruliga víst sítt virði fyri Manchester City. City tykist eisini at vera einasta liðið í teimum bestu fimm deildunum (Ligue 1, Serie A, Bundesliga, La Liga og Premier League), sum kann røkka 100 landskappingarmálum í kappingarárinum.

Manchester United er ósigrað seinastu 14 heimadystirnar á Old Trafford og tað er betri enn nakað annað lið í Premier League í ár.

Hagtølini siga, at Newcastle fer at lata 30 mál inn í kappingarárinum og tað er minni enn helvtin av málunum, sum teir lótu inn undanfarna kappingarár. Nick Pope hevur staðið sera væl í málinum.

Nottingham Forest hevur bert vunnið 6 stig á útivølli. Hinvegin hava teir vunnið 24 stig á heimavølli og tað er meira enn eitt nú Chelsea og West Ham.

Southampton hevur skapað fægst málmøguleikar og hava minst væntað mál av øllum.

Tottemham er meira tengt av Harry Kane enn nakrantíð, tí liðskiparin á enska landsliðnum hevur skorað 40% av landskappingarmálunum hjá Spurs og tað er mesta ískoytið frá einum einstøkum leikara.

West Ham hevur ilt við at skora mál. Eitt nú hava Jarrod Bowen og Michail Antonio samanlagt skorað 13 mál færri enn undanfarna kappingarár.

Les eisini...  Páll hevur verið bestur seinastu tveir mánaðirnar

Wolverhampton hevur staðið seg lutfalsliga væl, síðani Julen Lopetegui tók við. Um kappingin byrjaði, tá spaniólin tók við, so hevði Wolves ligið í ovaru hálvu á stigatalvuni.

 

Kelda: teamtalk.com