Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mæla frá at samtykkja uppskotið um vakmyndatól í náttarlívinum

Meirilutin og annar minnilutin í rættarnevndini mæla frá at samtykkja uppskotið til samtyktar um at seta upp vakmyndatól í náttarlívinum. Lat landsstýrismannin arbeiða við málinum, heldur meirilutin, meðan annar minnilutin heldur, at betri loysnir enn vakmyndatól eru til at fyribyrgja harðskap í náttarlívinum

Meirilutin í rættarnevndini í løgtinginum mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið til samtyktar um at loyva kommununum at seta upp vakmyndatól í almenna rúminum fyri at fyribyrgja harðskapi og fyri at hjálpa løgregluni at finna fram til teirra, ið fremja harðskap.

Tað eru Jørgen Niclasen og Helgi Abrahamsen fyri Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, ið hava lagt uppskoti, sum er uppskot til samtyktar fyri tingið.

Rættarnevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar, har bæði meirilutin og annar minnilutin mæla frá at samtykkja uppskotið.

 

Samgongan mælir frá at samtykkja

Meirilutin, sum er Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, Henrik Old, Kristianna Winther Poulsen og Kim Durhuus, tingfólk fyri Javnaðarflokkin, vísir í álitinum á, at tað er týdningarmikið, at tey, ið fremja harðskap, skulu standa til svars fyri atgerðir teirra, ikki minst tí at hetta er týdningarmikið fyri rættarkensluna hjá teimum órættaðu.

Meirilutin ásannar eisini, at í summum førum kundu vakmyndatól verið eitt hent amboð hjá løgregluni at finna fram til teirra, ið fremja harðskap í náttarlívinum.

Meirilutin vísir hinvegin á, at onnur tøk kunnu eisini takast fyri at fyribyrgja harðskapi í náttarlívinum, so sum betri býarplanlegging við betri gøtuljósi.

Harumframt vísir meirilutin á, at landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, hevur boðað rættarnevndini frá, at hann hevur í hyggjuni at arbeiða við málinum, og meirilutin heldur, at landsstýrismaðurin skal sleppa at arbeiða víðari við málinum.

Meirilutin mælir tá frá at samtykkja uppskotið frá teimum báðum Jørgen Niclasen og Helga Abrahamsen.

 

Rúsdrekka er stóri syndarin

Annar minnilutin, sum er Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, mælir eisini frá at samtykkja uppskotið. 

Les eisini...  Varðhaldsfongsling longd í fýra vikur

Steffan Klein Poulsen vísir á, at tað er rættiliga óproportionelt at seta upp vakmyndatól í náttarlívinum, tí at tað eru rættiliga fá harðskapsmál, ið ikki verða uppklárað.

Harumframt vísir Steffan Klein Poulsen á, at har eru onnur tøk, ið kunnu takast, ið kunnu fyribyrgja harðskap í býarlívinum, millum annað at føra ein skynssaman rúsdrekka politikk.

– Tað er blivið sagt, at besta fyribyrging er at hava  fólk  í  miðbýnum.  Serliga  edrú  fólk,  sum  eitt  nú  fara  til  konsertir,  mentanartiltøk  og  líknandi niðri  í  miðbýnum,  kann  verða  konflikt  niðurtrappandi.  Alkohol  vísir  seg  at  vera  stóri  syndarin  í harðskapsmálum, í  85  av  106  málum í  2022 var  gerningsmaðurin  ávirkaður,  og tí  skulu  vit  eisini áhaldandi føra skilagóðan rúsdrekkapolitikk, skrivar Steffan Klein Poulsen í álitinum.

 

Fútin og Kommunufelagið vilja hava vakmyndatól

Hin minnilutin, sum er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Helgi Abrahamsen, tingfólk fyri ávíkavist Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, mæla hinvegin til at taka undir við uppskotinum.

Tey bæði Gunnleygsdóttur og Abrahamsen vísa á, at bæði kommunufelagið og fútin hava víst greitt ynski at fáa vakmyndatól sett upp, og at fútin hevur fyri rættarnevndini gjørt greitt, at hann ivast ikki í, at vakmyndatól virka fyribyrgjandi móti harðskapi. 

Minnilutin ger eisini greitt, at vakmyndatólini kunnu nýtast til annað endamál enn at finna fram til harðskapsmenn, so sum eitt amboð í leitingini, tá fólk eru horvin.

Minnilutin heitti  tí á løgtingi um at taka undir við uppskotinum.