Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr hvat Elias, Óli, Pauli J, Tróndur og landsliðsvenjarin siga undan dystinum ímóti Eysturríki

Hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal hevur gjørt fyri trok.fo undan sera avgerandi EM-undankappingardystinum móti Eysturríki í Bregenz. Dysturin byrjar klokkan 17, og FM1 sendir beinleiðis úr Eysturríki frá klokkan 16.50.

Sjúrður hevur prátað við Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óla Mittún, Pauli Jacobsen, Tróndur Mikkelsen og landsliðsvenjaran, Peter Bredsdorff-Larsen.