Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

50.048 áskoðarar fagnaðu uppflytaranum úr 4. deild

Summarið 2011 tók Ally McCoist við sum felagsstjóri hjá Glasgow Rangers eftir Walter Smith. Hóast liðið varð varpað út út Champions League av Malmö FF úr Svøríki, úr Europa League av Maribor úr Slovenia, úr League Cup av Falkirk og úr skotsku steypakappingini av Dundee United, so lá liðið á odda í landskappingini eftir 15 ósigraðar dystir frá byrjan av. Orsakað av fíggjarligum óskili, varð Rangers sett undir fyrisiting tann 14. februar 2012 og misti 10 stig sambært reglunum hjá Scottish Premier League (SPL). Hóast Rangers við einum 3-2 sigri helt Celtic frá at vinna meistaraheitið á Ibrox tann 25. mars 2012, so endaði Rangers at enda á 2. plássi heili 20 stig aftan fyri Celtic.

Tann 1. juni 2012 fór Rangers í gjaldsteðg og hóast felagið seldi nakrar ognir og stovnaði nýtt partafelag, so misti felagið rættin til at spæla í SPL, men sluppu seinni í Scottish Football League. Felagið skuldi lúka nakrar treytir, m.a. eitt 1 ára handilsbann.

Tá fleiri av bestu leikarunum noktaði at skifta til nýggja partafelagið, so var tað mestsum eitt nýtt lið, men liðið vann fyrsta heimadystin 5-1 á East Stirlingshire framman fyri 49.118 áskoðarum, sum eisini var heimsmet í einari 4. deild.

Tann 4. mai 2013 varð síðsta umfarið spælt. Tað vóru 386 áskoðarar í Annan, 745 í Clyde, 786 í Elgin, 462 hjá Queens Park og heili 50.048 garvillir fjepparar til Rangers ímóti Berwick. Tað var eisini hægsta áskoðaratalið í kappingarárinum, har talið bert eina ferð var undir 40.000 á heimavøllinum, Ibrox. Spurningurin er, um metið nakrantíð verður tikið. Rangers endaði 24 stig framman fyri Peterhead á 2. plássi. Í dag verður 4. besta deildin kallað Scottish League Two.