Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bústaðarbyrðan er økt

Bústaðarbyrðan, roknað við rentuni við árslok 2022, er mett at vera 43 prosent í 2022 í Havn, 30 prosent í Klaksvík, 22 prosent í Eysturoynni. Í miðal er tað 27 prosent fyri alt landið í 2022

Í fjør hækkaðu renturnar nógv, og tað hevur økt uppaftur meira um bústaðarbyrðuna.

Bústaðarbyrðan, roknað við rentuni við árslok 2022, er mett til at vera 27 prosent fyri alt landið, men í Havn er hetta talið mett at vera væl hægri, tí í Havn er bústaðarbyrðan mett at vera 43 prosent í fjør.

Tað skrivar Landsbanki Føroya á heimasíðu sínari.

Bústaðarbyrðan verður definerað, hvussu stóran part av tøku inntøkuni hjá einum miðal húski fer til bústaðarfígging.

Í árunum 2015 til 2021 vóru renturnar framvegis lágar og inntøkurnar hjá húsarhaldunum vuksu, men sethúsaprísirnir eru hækkaðir munandi í hesum tíðarskeiðnum, og tað hevur økt um bústaðarbyrðuna. Í 2022 hækkaðu renturnar nógv, og tað hevur so økt uppaftur meira um bústaðarbyrðuna, skrivar Landsbankin.