Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hjálpti ær at lemba í vegjaðaranum

Eliana Svøðstein mátti í morgun úr bilinum at hjálpa einari ær at lemba, eftir at hon hevði koyrt dreingin í skúla. Við hollari vegleiðing umvegis telefon frá einum bónda, varð lambið lembt í øllum góðum

-So kann mann skriva “jarðarmóður” á CV’ið eisini!

Soleiðis sigur Eliana Svøðstein úr Kunoy, sum í morgun var úti fyri einari heldur øðrvísi hending, tá hon koyrdi sonin í skúla.

Á veg til Klaksvíkar varnaðist Eliana Svøðstein, at ein ær lá í veitini í vegjaðaranum, og sá út til ikki at hava tað so gott. Eliana Svøðstein setti sonin av í skúlanum í Klaksvík, og koyrdi síðani aftur til ærina fyri at vita, hvussu støðan var.

Støðan var ikki batnað, tá Eliana Svøðstein kom aftur, og ærin lá sama stað við endanum í veitini. 

Tá varnaðist Eliana Svøðstein, at trýnið á einum lambi stakk úr ærini, og Eliana ivaðist ikki í, at lambið var deytt.

Myndir: Eliana Svøðstein

-Ærin reisti seg ikki og vísti ikki eingang tekin upp á at ræðast meg, so útlúgvað var hon, sigur Eliana Svøðstein, sum gjørdi av at hjálpa ærini upp úr veitini og upp á turt á vegnum.

Men tá varnaðist hon, at tungan á lambinum flutti seg. Og so var bara eitt at gera: At ringja runt til onkran, ið kundi leggja sær lag á!

Tíbetur kennir Eliana Svøðstein ein bónda í Haraldsundi, og hann kláraði umvegis telefonina at leggja henni lag á.

Frambeinini á lambinum vóru ikki at síggja, og tí mátti Eliana Svøðstein inn í ærina at leita eftir teimum. Beinini komu skjótt undan, og eftir hetta var ikki torført at fáa lambið út.

-Lambið var kvikari enn mamman at reisa seg, so tað sá út til at fara at klára seg. Ærin reisti seg ikki, men hon fór so smátt at royna. Vit hildu tað tó vera frægast at flyta tey, tí lambið fór í heilum vinglandi móti veitini, sigur Eliana Svøðstein.

Myndir: Eliana Svøðstein

Bæði ær og lamb eru nú komin undir tak hjá bóndanum, har tey sleppa at koma seg.

Les eisini...  Danskur politikkari gevur bankunum av grovfílini

Tað var heldur ikki bert Eliana Svøðstein, ið mátti traðka til sum jarðarmóðir í morgun, tí bóndin, ið gav Elianu lembingarleiðbeining, mátti brádliga loypa frá samrøðuni, tí hann mátti hjálpa einari ær hjá sær sjálvum at lemba, sigur Eliana Svøðstein.