Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Russar hava ikki havt ávirkan á løgtings- ella fólkatingsval

Donsku fregnartænasturnar meta, at Føroyar eru mál fyri russiskari og kinesiskari njósning, men kortini eru ikki ábendingar um, at undanfarnu val hava verið offur fyri fremmandum uppíblandi

Føroyar eru mál fyri kinesiskari og russiskari njósning, men mett verður ikki, at nøkur systematisk roynd var gjørd fyri at ávirka hvørki løgtingsvalið ella fólkatingsvalið í fjør.

Tað er metingin hjá donsku fregnartænastunum PET og FE, sum hava latið úr hondum eina nýggja støðumeting fyri njósning í kongaríkinum.

Sambært teimum báðum fregnartænastum vendir hóttanin frá hesum báðum londum serliga móti føroyskum myndugleikum  – herunir eisini politikkarum og embætisfólki í landsstýrinum, umframt løgtingslimum.

Eisini meta fregnartænasturnar, at talan er um eina hóttan móti kritiskum infrastrukturi, fyritøkum og granskingarstovnum, serliga har russarar og kinesarar hava atgongd til vitan um politisk ella hernaðarlig viðurskifti.

Fregnartænasturnar staðfesta, at bæði Russland og Kina hava stóran áhuga fyri tí, ið gongur fyri seg í Arktis, um støðuna hjá ríkisfelagsskapinum í arktiskum viðurskiftum, og um hvønn hugburð Føroyar hava til handilstiltøk móti Russlandi.

PET, sum er Politiets Efterretningstjeneste, metir eisini, at bæði Russland og Kina hava áhuga í upplýsingum, ið kunnu nýtast til at skapa ósemjur í ríkisfelagsskapinum.

Hóast hetta verður ikki mett, at hvørki grønlendsku ella føroysku valini í 2021 og 2022 vóru fyri systematiskari ávirkan úr Russlandi ella Kina.