Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 vinna tryggan sigur á TB

8. umfar var spælt í dag, har fýra dystir vóru á skránni. Við Stóra í Tvøroyri var dystur millum TB og B36.

Gestirnir úr B36 legði eitt stórt trýst í fyrra hálvleiki og fekk eitt brotspark, tá ið Musah Armah royndi at blokera eitt skot frá Andrass Johansen, men feldi B36 leikaran. Dómarin Petur Reinert peikaði á plett og Jann Benjaminsen skoraði sikkurt.

Heimaliðið hevði nakrar royndir, har Nikolei Johannesen hevði eina fína roynd uttanfyri felti. Eisini fekk Samudeen Musah nakrar sendingar í høgra borðið og hótti við kontra álopum.

Teir hvítu øktu um munin tá ið 38 minuttir vóru leiktir. Eitt innleggi úr høgru síðu frá Taufee Skandari, sum Michal Przybylski fekk høvdi á.

Støðan var 0-2 tá ið farið var til hálvleiks.

B36 byrjaði sum teir endaðu í fyrra hálvleiki. 5 minuttir vóru spældir tá ið Benjamin Heinesen fekk eitt flatt innlegg úr høgru og setti bóltin forbí Anders Hoff.

Miðskeiðis í øðrum mátti Samudeen Musah skiftast út vegna skaða, inn kom Oddmar Nybo Jespersen.

2 minuttir fyri leiklok bleiv Bjarki Nielsen spældur fríur í vinstru síðu og kundi seta punktum til 4-0.

Uppstilling hjá TB – Anders Hoff (mv), Ragnar Joensen, Salmundur Bech, Olivur Thomsen, Nikolei Johannesen, John Villi Wøldike, Samudeen Musah, Musah Armah, Jens Erik Bruhn, Markus Thorberg, Gilli Sørensen

Bonkur – Olivur Øster (mv), Bartal Petersen, Jóhan Thomsen, Oddmar Jespersen, Poul Ingason, Tummas Pauli Christiansson, Mikal Tummarsarson

Venjari – Tummas Erling Djurhuus

Uppstiling hjá B36 – Matthias Lamhauge (mv), Andrias Eriksen, Jann Benjaminsen, Isak Jönsson, Taufee Skandari, Hannes Agnarsson, Benjamin Heinesen, Andrass Johansen, Símun Sólheim, Aron Knudsen, Michal Przybylski

Les eisini...  Vit keypa færri bilar

Bonkur – Silas Eyðsteinsson (mv), Sonni Ragnar Nattestad, Bjarki Nielsen, Valerijs Sabala, Emil Weihe Joensen, Rani í Soylu, Magnus Egilsson

Venjari – Dan Brimsvík

Úrslitini í 8. umfari

07 Vestur – Víkingur 1-2 (1-0)

40′ Høgni Egilstoft Nielsen 1-0

67′ Signar á Brúnni 1-1

69′ Arnbjørn Svensson 1-2

EB/Streymur – HB 0-3 (0-2)

6′ Mikkel Dahl 0-1

24′ Matthias Præst 0-2

73′ Mikkel Dahl 0-3

B68 – AB 1-0 (1-0)

10′ Ragnar Samuelsen 1-0

TB – B36 0-4 (0-2)

24′ Jann Benjaminsen 0-1

38′ Michal Przybylski 0-2

50′ Benjamin Heinesen 0-3

88′ Bjarki Nielsen 0-4

Í annaðkvøld kl 18 er dystur við Djúpumýrar í Klaksvík ímillum KÍ og ÍF.