Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Beinleiðis sending frá EM-lutakastinum á FM1 frá klokkan 16 mikudagin

Sjúrður H. Hoydal fer at senda beinleiðis frá Bank Nordik bygninginum á Oknarvegi í Havn frá klokkan 16 mikudagin, har HSF skipar fyri einum tiltaki í samband við EM-lutakastið, ið byrjar í Düsseldorf í Týsklandi klokkan 16.45. Sjúrður fer at tosa við leikarar, venjarar, umboð fyri HSF og onnur í samband við søguliga lutakastið.