Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nevndarlimur í Føroya Lærarafelag: Átti ikki at verið neyðugt við klædnareglum

Tað hevur altíð verið upp til ein og hvønn at lata seg í, sum einum lystir. Við tí frælsi og ábyrgd, sum tað altíð inniber, sigur Bergur Samuelsen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag

Tað hevur verið rættiliga nógv kjak um klædnareglar í fólkaskúlanum, eftir at tað kom fram, at Vestmanna skúli hevði sett reglar í verk, hvat var sømiligt og ikki sømiligt at vera í, tá næmingar eru í skúla. Skúlastjórin í Vestmanna skúla segði í samrøðu við miðlar.fo, at hetta varð gjørt fyri at verja arbeiðsumhvørvið hjá lærarum í skúlanum.

Skúlin sigur millum annað, at: “Klæðini skulu vera hampulig og ikki ov avdúkandi. Stuttir niðurdeilar og shorts ella buskur, ið sita ov niðarlaga, eru óhóskandi til skúlabrúks. Somuleiðis eru niðurringaðar blusur og navlablusur óhóskandi.” Heldur ikki skal húgva, keppur og hetta vera nýtt í tímunum.

Hetta er fallið Bergi Samuelsen, nevndarlimi í Føroya Lærarafelag, fyri bróstið, og tí ivast hann í, hvørt tað er gott við klædnareglum í fólkaskúlanum – og at tað her helst er meira talan um symbolpolitikk. Men tað er meginreglan í hesum, sum honum ikki hóvar.

– Tað hevur ongantíð verið norðurlendsk siðvenja, eins og yviri í Statunum ella í bretsku oyggjunum, at hava slíkar orðaðar klædnareglur. Tað hevur altíð verið upp til ein og hvønn at lata seg í, sum einum lystir. Við tí frælsi og ábyrgd, sum tað altíð inniber. Bæði gentur og dreingir. Og tey allar allar flestu lata seg í innan fyri mark, hvat tað so er. Tað er væl klædnanormurin, ið avger tað til eina og hvørja tíð, skrivar Bergur Samuelsen í lesarabrævi, sum kann lesast á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

Bergur vísir á, at hann í sínum lærarayrki, sum fevnir seg yvir meira enn 20 ár, ikki hevur upplivað, at klæðir hjá næmingum hevur verið ein trupulleiki.

Les eisini...  ONKI aftur á pall

– Minnist einki til, at nakar lærari er komin illa fyri av slíkum. Slíkt eigur ein og hvør lærari at kunna takkla skjótt og lætt, nær tað skal vera. Annað er so tað, at ein og hvør flokslærari, í dagsins skúla, javnan má tosa bæði formelt og óformelt við sínar næmingar um øll møgulig viðurskifti. Bæði hvat hendir í samfelagnum av ymiskum slag, og hvussu næmingarnir annars hava tað, eisini privat um neyðugt. Og eg ivist ikki í, at klædnastílur hevði verið nevndur, um hildið var, at tað var neyðugt, sigur hann.   

Ikki neyðugt við dresscode
Hann heldur, at tað bæði hevði verið løgið og óheppið, um lærarar skuldu farið í eitt slag av hernað ímóti onkrum tílíkum klædnaplaggi, sum verður mett at vera uttan fyri reglur skúlans, tí tað, sambært honum, hevði helst havt tann øvuta virknaðin.

– Eri bangin fyri, at vit í ringasta føri, við slíkum reglum, kunnu framala ein trupulleika, sum í sera lítlan mun, um yvirhøvur, er til í dag. Arbeiðsumhvørvið verður, mær vitandi, ikki tarnað av onkrum klædnabúna í dagsins skúla. Tí er ikki neyðugt við dresscode í skúlunum, slær nevndarlimurin í Føroya Lærarafelag fast.