Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ljóðbrot: Samd vinnunevnd tekur undir við uppskoti um nýggja kappingarlóg

Revsingin fyri kartelvirksemi skal herðast, og Kappingareftirlitið skal kunna taka pengar fyri arbeiðið í sambandi við samanleggingar. Tað eru nøkur av teimum tingunum, ið standa í uppskotinum um nýggja kappingarlóg. FM1 hevði á middegi samrøðu við Erhard Joensen, formann í Vinnunevndini, sum hevur latið inn álit um uppskotið

– Tað, at vit áseta eina øgiliga harða revsing fyri kartelvirksemi, undirbyggir álvaran í tí, sum lógin er ætlað til. Og tað halda vit er í lagi.

Soleiðis sigur Erhard Joensen, formaður í Vinnunevndini, sum júst hevur latið inn álit um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnumálum, um nýggja kappingarlóg í Føroyum.

Ein av ásetingunum í nýggja uppskotinum um kappingarlóg er, at revsingin fyri at føra kartelvirksemi skal kunna revsast við fongsulsrevsing í upp til eitt ár og seks mánaðir.

Eisini verður ásett, at fyritøkur, ið leggja saman, skulu rinda Kappingareftirlitinum eitt gjald fyri tað arbeiðið, ið Kappingareftirlitið skal gera í sambandi við samanleggingar millum feløg.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr samrøðuna við Erhard Joensen frá tíðindunum á FM1 á middegi í dag.