Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggja bókasavnslógin tryggjar bókasavnstænastur til øll

Nýggja bókasavnslógin, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, fyrr í vár legði fyri Løgtingið, varð í gjár samtykt

– Tað er gleðiligt, at nýggja bókasavnslógin er samtykt, tí tað hevur leingi verið tøvur á eini bókasavnslóg, ið er lagað til dagsins samfelag.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Almanna- og mentamálaráðnum, við heimasíðuna hjá ráðnum.

Galdandi bókasavnslóg er frá 2001, og stóru broytingarnar, ið eru farnar fram í samfelagnum síðani aldaskiftið, ikki minst innan hægri útbúgving og á tøkniliga økinum, hava havt við sær, at tørvur hevur verið á umfatandi broytingum í lógini, sum nú eru framdar.

Við nýggju bókasavnslógini er staðfest, at allar kommunur og allir skúlar í landinum skulu veita bókasavnstænastur. Tað hevur stóran týdning, at bókasøvnini eru atkomulig hjá øllum, tí bókasøvn stimbra fólkaræðisliga rættin at taka lut í samfelagnum og at mennast, hugsa, tosa og skriva frítt.

Eitt av størstu frambrotunum í nýggju bókasavnslógini eru, at føroyskar ljóðbøkur nú verða til láns á heimasíðunum hjá bókasøvnunum. Við nýggju bókasavnslógini verður heimild fingin til vega fyri, at tær út við 500 ljóðbøkurnar, ið Ljóðbókatænastan á Landsbókasavninum hevur framleitt til blind og sjónveik seinastu mongu árini, kunnu verða seldar til rættindahavarar við útgávu til almenningin fyri eyga. Tá ljóðbøkurnar verða givnar út til almenningin, verða tær eisini til láns á bókasøvnunum.

Landsbókasavnið leggur í løtuni síðstu hond á tøkniliga pallin til føroysku ljóðbøkurnar, sum eftir ætlan verða til láns á netinum gjøgnum bókasøvnini beint eftir summarfrítíðina.

Onnur frambrot í uppskotinum til nýggja bókasavnslóg eru ásetingar um eitt bókasavnsráð, ið skal ráðgeva politisku skipanini í bókasavnsmálum, ásetingar um at skúlabókasøvn skulu vera í øllum skúlum og ásetingar, sum laga bókasavnslógina til talgildu tænasturnar, sum eru ein alt størri partur av bókasavnsvirkseminum.

Les eisini...  Málráðið handað frágreiðing

Við nýggju bókasavnslógini verður universitetsbókasavnið á Fróðskaparsetri Føroya styrkt fyri at tryggja granskarum, undirvísarum, lesandi og øðrum neyðuga atgongd til tilfar og bókasavnstænastur.

Nýggja bókasavnslógin kemur í gildi 1. januar 2024, men ásetingin um at ljóðbøkur, sum Landsbókasavnið hevur framleitt til blind og sjónveik, nú kunnu koma út til almenningin, kemur í gildi dagin eftir at løgtingslógin er kunngjørd. Ásetingin hevur við sær, at ljóðbøkur verða til láns á netinum umvegis bókasøvnini beint eftir summarferiuna.