Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rói væntar HB vinnur – Hanus væntar javnleik í oddadystinum

Rói Olsen og Hanus Thorleifsson vóru gestir hjá Petur Jákupi Heinesen í Fótbóltsskýlinum í dag. Til viðgerðar vóru fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið, ið vóru leiktar fyrr í vikuni, og so tóku menn komandi umfar, 9. umfar í Betrideildina undir luppin.

Um oddadystin HB-KÍ sunnudagin klokkan 15 væntar Rói ein 2-1 sigur til HB, meðan Hanus væntar javnleik 2-2.

Um skjótt fyrsta triðingin av kappingini heldur Rói, at AB hevur avrikað langt undir tað væntast kundi av teimum.