Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Samrøða við Anniku Fríðheim Petersen um Final Four hálvfinalusigurin hjá Nykøbing Falster

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen hevur aftur skrivað føroyska hondbóltssøgu. Hon verður fyrsti føroyski landsliðsleikarin nakrantíð, ið skal spæla eina finalu í einari evropeiskari Final Four kapping.

Liðið hjá Anniku, Nykøbing Falster vann í hálvfinaluni í Graz í Týsklandi á týska liðnum, Dortmund sum var favorittur hjá veddingarfyritøkunum. Nykøbing Falster vann 35-33 aftaná longda leiktið og brotskastskapping. Cecilie Greve bjargaði trimum brotskøstum og gjørdist tann stóra hetjan hjá Nykøbing Falster. 

Heri Simonsen ringdi til Anniku aftaná dysturin millum VÍF og H71 var liðugur: – Hetta er heilt fantastiskt, greiðir Annika frá. Hon sigur, at hetta var meir enn hon og liðfelagarnir høvdu vónað, men tær í Nykøbing Falster hava notið ein ótrúligan uppbakkning uttanfyri vøllin. Og tey nærmastu hjá Anniku hava eisini funnið leiðina til Graz fyri at stuðla henni og liðfeløgunum í Nykøbing Falster.

Nú gleðir Annika seg til finaluna móti Ikast-Herning í morgin klokkan 17, men hon vónar at kunna spæla ein sindur størri leiklut á vøllinum enn hon gjørdi í dag.