Hoyr samrøðurnar Heri Simonsen gjørdi við Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B68 og Gilla R. Sørensen hjá TB um dystin B68-TB 1-1 (1-1). Jákup heldur, at fyrri hálvleikur var út av lagi vánaligur hjá B68, men avrikið í seinna hálvleiki var góðkent minus løtuna, har Sebastian Lau-Nielsen brendi eitt brotsspark fyri B68. Gilli heldur, at sigurin kundi farið báðar vegir, men teir í TB kunnu liva við javnleikinum. Nú vóna teir í TB aftur at kunna stríða seg til eitt stig móti HB í Gundadali komandi sunnudag.
Related Posts
Jákup: Vit høvdu gott tamarhald á dystinum
Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jákup A. Olsen...
Flaggdagin sigur FM1 beinleiðis frá B68-ÍF klokkan 15 og B36-Skála klokkan 19
Trygvi Absalonsen sigur beinleiðis frá tveimum dystum í kappingini...