Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Forkvinnan í LISA: Ekstra Blaðið skrivar rasistiskt

Eitt tónleikaummæli frá tiltikna tónleikaraummælaranum hjá Ekstra Blaðnum, Thomas Treo, hevur fingið forkvinnuna í LISA, Maritu S. Dalsgaard, at seta seg við knappaborðið, har hon skýrir Treo at koma við rasistiskum útsagnum

“Vi ses næste år, hvor Danmark sender en tonedøv teenager fra Nuuk. Han behøver ikke reservere hotel til finalen.”

Orðini eigur tiltikni tónleikaummælarin hjá Ekstra Blaðnum, Thomas Treo, ið hevur skrivað eitt ummæli um seinnu hálvfinaluna í Eurovision seinasta hóskvøld, har Rani Petersen – Reiley – umboðaði Danmark, men kom ikki víðari í finaluna. Ummælið kann lesast her.

Treo er kendur fyri ikki at leggja fingrar ímillum og gevur mestsum altíð tónleikarum og tónleikatiltøkum av grovfíluni, tá hann ummælir eitthvørt fyri Ekstra Blaðið. Og tað ger hann so eisini í hesum førinum móti Reiley.

Tað er hendan útsøgnin í ummælinum, ið hevur fingið forkvinnuna í Listafólkasamband Føroya (LISA), Maritu S. Dalsgaard, sum umboðar føroysk yrkislistafólk av ymsum slag, fram at knappaborðinum, har hon skýrir Thomas Treo fyri at vera rasistiskan.

– Við hesari viðmerkingini verður tað eyka týðiligt, at høvundurin hevur eitt rasistiskt útgangsstøðið. Og ja, vit kunnu eisini skjótt vera samd um, at Treo eisini er sexistiskur við sínari skriving. Í hesum førinum haldi eg tó, at tær rasistisku, ella fordómsfullu útsagnirnar, umboðar eitt meira generelt rák, sum eisini hevur verið gjøgnumgangandi í øðrum miðlum í Danmark, skrivar Marita S. Dalsgaard millum annað á sínum Facebook-vanga.

Undir uppslagnum eru nakrar viðmerkingar um Treo og Ekstra Blaðið, har komið verður inn á, at Thomas Treo skrivar niðurgerandi og spottandi um øll, men at ongin tekur hann ella Ekstra Blaðið fyri fult.

Ein annar brúkari skrivar, at hann hevur torført at gera nakrar almennar niðurstøður út frá nøkrum, sum Treo skrivar – annað enn tað, at hetta er meiningin hjá Treo, og tí skal hetta ummælið ikki takast fyri fult.

Les eisini...  Stjórnin - Politikur á skák

– At EB (Ekstra Blaðið, journ.) heldur fram at geva hasum manninum (Treo) ein pall at oysa sítt rasistiska, niðurbrótandi gor og gall út, er langt síðani farið út um alt mark, skrivar ein triði í viðmerkingunum.

Føroyski rithøvundurin Kim Simonsen skrivar í viðmerking undir uppslagnum hjá Maritu, at hetta er andstyggilig skriving, og at hetta er einki nýtt.

– Skal man leita eftir einum syndabukki, so er tað enn einaferð gratis at gera eina Færøbashing og lufta sítt innara grønlendarahatur, skrivar hann.

Víðari skrivar Marita S. Dalsgaard sjálv, at danskir miðlar vóru skjótir at venda sær ímóti upprunanum hjá Reiley, har hann bleiv skammaður út fyri at loyva sær at svara á enskum beint eftir, at hann hevði vunnið danska Melodi Grand Prixið.

– Hóast hann (Reiley, journ.) gevur seg til kennar, at hann dugir danskt, so skamma tey hann út fyri ikki at skilja danskt/vera danskan.

Thomas Treo gevur seinnu hálvfinaluni í Eurovision, sum var seinasta hóskvøld, eina stjørnu.