Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Grundvatn: Nýggja uppskotið kann gera seg inn á ognarrættin

Uppskotið um løgtingslóg til grundvatn elvir til ivamál um ognar- og ræðisrættin hjá jarðeigarum, heldur meirilutin í vinnunevndini, sum mælir frá at samtykkja uppskotið

Meirilutin í vinnunevndini mælir nú løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum um grundvatn.

Meirilutin, sum eru umboðini í vinnunevndini fyri Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, vísir á, at hóast meirilutin tekur undir við, at viðurskiftini kring grundvatn eiga at skipast í lóg, so eru ov nógv løgfrøðilig viðurskifti framvegis ógreið til at uppskotið kann samtykkjast.

Uppskotið til lógina um grundvatn hevur til endamáls at gera greiðari reglur um, hvussu og við hvørjum treytum føroyska grundvatnið kann gagnnýtast. Í viðmerkingunum til uppskotið verður víst á, at í sambandi við tunnilsgerðir í Føroyum er avdúkað, at tað er hópin av vatni í undirgrundini.

Men tað ørkymlar meirilutan í vinnunevndini, at kelduvatn, sum í grundini er grundvatn, ið rennur upp til yvirflatuna, sambært teimum verður roknað sum grundvatn í uppskotinum.

-Serliga er tað ivin um, hvørt henda lóg ger seg inn á ognar- og ræðisrættin hjá jarðeigarum til vatn, sum rennur inni á teirra matrikli, sigur meirilutin í vinnunevndini.

Meirilutin vísir í álitinum á, at í nevndarviðgerðini varð spurt beinleiðis um, nær vatnið, sum spríkur úr keldum, fer frá at vera grundvatn til omanávatn, tó uttan at fáa eitt klárt svar.

Meirilutin vísir eisini á, at tað við hesum uppskotinum verður ógreitt, eftir hvørjari lóg SEV frameftir fer at vera viðgjørt. Loyvini, sum SEV hevur í dag í sambandi við gagnnýtslu av vatni til orkuframleiðlu, verða givin sambært lógini um Benyttelse af Indsøer og Vandløb frá 1937, men við nýggja uppskotinum kann vera, at talan verður um tvær ymiskar lógir, ið fara at gera seg galdandi.

Les eisini...  Mikukvøldið klokkan 18 sigur FM1 beinleiðis frá útsetta dystinum EB/Streymur-KÍ

Meirilutin sigur, at upplýst er fyri nevndini, at tað hevði verið ynskiligt, at viðgerðin fór fram eftir einari lóg – ikki  tveimum.

Meirilutin mælir tí landsstýrismanninum at evna uppskotið til av nýggjum, har øll løgføðilig ivamál eru beind av vegnum, og at uppskotið síðani verður sent til hoyringar av nýggjum.

Minnilutin í vinnunevndini, sum er Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, mælir hinvegin løgtinginum til at samtykkja uppskotið, tó við teirri broyting, at lógin ger greitt, at omanávatn verður ikki fevnt av løgtingslógini.