Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgtingsfólk og løgtingskvinnur: Uppskotið samtykt við 2. viðgerð

Alt bendir á, at á ólavsøku kunnu løgtings- og landsstýriskvinnur kalla seg júst tað: kvinnur

Løgtingið hevur í dag við aðru viðgerð samtykt uppskotið hjá formansskapinum í løgtinginum um at broyta heitini fyri løgtingsmenn og landsstýrismenn í tingskipanini.

Meirilutin í grein 25 nevndini, ið varð sett at viðgera uppskotið, mælti í farnu viku til at samtykkja uppskotið, og uppskotið varð í dag samtykt við aðru viðgerð við 26 atkvøðum fyri og sjey ímóti.

Uppskotið hevur í høvuðsheitum við sær, at heitini løgtingsmaður, løgtingskvinna og løgtingsfólk eins og landsstýrismaður, landsstýriskvinna og landsstýrisfólk verða javnsett í lógartekstinum, og at heitini løgkvinna og forkvinna og næstforkvinna verða møgulig at nýta í talu.

Um uppskotið verður samtykt við triðu viðgerð, koma broytingarnar í gildi á ólavsøku.