Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aftur í ár vera ferðsluljós í Líðini oman móti Tjørnuvík

Eftir at Sunda kommuna í fjør setti ferðsluljós upp í Líðini oman móti Tjørnuvík, so er nú greitt, at royndarskipanin heldur fram í ár. Ferðsluljósini verða eftir ætlan tikin í brúk tann 1. juni

Tjørnuvík er ein av mest vitjaðu bygdunum í landinum, og um summarið leita nógv fólk, føroyingar og útlendingar, til Tjørnuvíkar at njóta vakra umhvørvið har. Til tess at tryggja, at nógva bilaferðslan á hásumri ikki er til ampa fyri bygdarfólkið – og ikki er ein forðing fyri at neyðsendarakfør sleppa fram, so varð mett í fjør at seta í verk tiltøk, ið skuldu skipa ferðsluviðurskiftini í bygdini betri.

Tí vórðu ferðsluljós sett upp í fjør sum ein royndarverkætlan.

Men aftur í ár fer Landsverk, í samráð við Sunda kommunu, at seta ferðsluljós upp í Líðini oman móti Tjørnuvík. Hetta verður gjørt fyri at ferðslan skal glíða betur, og tað slepst undan mótkoyrandi ferðslu á hesum smala strekki.

Men sum nakað nýtt í ár, verður ein klokka sett á ferðsluljósini, soleiðis at bíðitíðin í mesta lagið verður fimm minuttir og 12 sekund.

– Hetta er nærum helvtin av tíðini, ið ein bíðaði síðsta summar. Gongst sum ætlað, so verða ferðsluljósini tikin í brúk tann 1. juni, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari.