Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bielsa er nýggjur landsliðsvenjari hjá Uruguay

67 ára gamli Marcelo Bielsa skal leiða Uruguay til heimsmeistaraheitið, sum verður hildið í USA, Kanada og Meksiko í 2026.

Bielsa hevur sera stórar royndir í sínum venjarayrkið, seinast var hann venjari í Premier League felagnum Leeds United. Í Yorkshire felagnum megnaði hann at flyta teir upp úr Championship í kappingarárinum 2020/21. Hann var venjari hjá Leeds frá juni 2018 til februar 2022.

Eisini hevur Bielsa royndir úr Spania, Frakland, Meksiko og Argentina. Hann sigst av mongum, at hava givið íblástur í press spælinum hjá Jurgen Klopp og Pep Guardiola.

Uruguay luttók í HM í Katar, men kom ikki longur enn til bólkaspælið.

Uruguay hevur annars eina ríka fótbóltssøgu, har teir hava vunnið HM ikki minni enn tvær ferðir, seinast í 1950. Eisini hava La Celeste vunnið Copa América 15 ferðir, seinast í 2011.