Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Næstformaðurin í Lærarafelagnum: Fólkaskúlalógin verður ikki fylgd

Hóast fólkaskúlalógin sigur, at næmingatalið eigur vanliga ikki at fara upp um 24 næmingar, so fer tað at tátta í 30 flokkar, sambært næstformanninum í Lærarafelagnum, har næmingatalið er hægri enn 24 næmingar í hvørjum flokki. – Hetta kann valla kallast at halda lógina. Kanska heldur tvørturímóti, sigur næstformaðurin í Føroya Lærarafelag

Í farna mánaða spurdi Magnus Rasmussen, Sambandsflokkinum, landsstýrismannin við skúlamálum, Djóna Nolsøe Joensen, við hvørjari grundgeving landsstýrismaðurin hevði góðtikið, at næmingatalið fer upp um 24 næmingar í hvørjum flokki.

Í svarinum greiðir landsstýrismaðurin frá ymiskum mannagongdum og játtanarskipanum, men beinleiðis svarið upp á spurningin ljóðar soleiðis:

Orðingin í grein 20 í fólkaskúlalógini: “Við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum” hevur fyrisitingarliga ikki verið umsitin soleiðis, at landsstýrisfólkið í hvørjum einstøkum føri og á hvørjum ári hevur góðtikið, at næmingatalið tíðum hevur verið hægri enn 24″”.

Víðari skrivar landsstýrismaðurin í svarinum, at: “Alt í alt ger hetta, at hóast flokkar fara upp um 24 næmingar, eru møguleikar hjá skúlunum at skipa serlig átøk og uppbýti, so til ber at arbeiða fjølbroytt og í smærri bólkum ella við eyka lærarakreftum inni í flokkinum, stendur at lesa í svarinum frá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, upp á grein 52 fyrispurningin frá Magnusi Rasmussen.

Hetta skurrar eitt sindur í oyrunum á næstformanninum í Føroya Lærarafelag, Tórhallur við Gil, sum á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum skrivar, at tað er øllum kunnugt, at í veruleikanum verða tímar ikki játtaðir til ein flokk aftrat, fyrr enn talið fer upp um 26 næmingar.

Hann vísir eisini á, at í yvirlitinum yvir fyribils næmingatøl fyri skúlaárið 2023/2024, sum eisini stendur á  heimasíðuni hjá Undirvísingarstýrinum, so sæst, at komandi skúlaár fara fleiri skúlar at hava flokkar, har næmingatalið er hægri enn 24.

– Fólkaskúlalógin sigur týðiliga, at næmingatalið eigur vanliga ikki at fara upp um 24 næmingar, og sjálvandi eigur ein lóg at verða hildin. At hava knappar 30 flokkar, har næmingatalið fer upp um 24, kann valla kallast at halda lógina. Kanska heldur tvørturímóti, sigur næstformaðurin í Føroya Lærarafelag.

Les eisini...  Jasper Van Der Heyden skiftir til NSÍ

Í svarinum hjá landsstýrismanninum verður beinleiðis sagt, at landsstýrisfólkið í hvørjum einstøkum føri ikki hevur góðkent, at næmingatalið fer upp upp um 24 næmingar, sum viðmerkingarnar til fólkaskúlalógina annars greitt áseta, at landsstýrismaðurin skal gera.

– Hvør er tað so, sum ger av, at tað á hvørjum ári eru fleiri næmingar enn 24 í hvørjum flokki?, skrivar Tórhallur við Gil spyrjandi.

Síðst í svarinum frá landsstýrismanninum til Magnus Rasmussen verður sagt, at “landsstýrismaðurin fer saman við fyrisitingini og skúlunum at hyggja nærri at hesum viðurskiftum, so at tær støður, tá ið næmingatalið fer upp um 24, verða lýstar væl, og góðar loysnir funnar”.

Tað er at fegnast um, tí tað kann ikki vera meiningin, at hildið verður fram á henda hátt, slær næstformaðurin í Føroya Lærarafelag, Tórhallur við Gil, fast.