Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú sæst Titanic í fullum líki

Atlantic Productions og Magellan hava tikið og sett saman um 700.000 myndir av Titanic, soleiðis at tað bertil at síggja eina heildarmynd av heimsins kendasta skipsvraki

Fyri fyrstu ferð er vrakið av Titanic at síggja í fullum líki á einari talgilda skanning, og til ber tí at síggja, hvussu Titanic sær út í dag, har tað liggur á 3.800 metra dýpi í Atlantshavi.

Tað er eru feløgini Magellan og Atlantic Productions, ið hava gjørt skanningarnar av Titanic og sett tær saman í eina heildarmynd, og fleiri enn 200 tímar eru brúktir til at taka tær 700.000 myndirnar, ið tilsamans geva heildarmyndina av Titanic.

Mynd: Atlantic Productions/Magellan

Frammanundan hava nógvar myndir verið tiknar av Titanic, men Titanic liggur í bølamyrkri á havbotninum, so einstakar myndir í sjálvum sær vísa bert ein brøkpart av skipinum.

Bógvurin og hekkan liggja hvør sær við umleið 800 metrum av frástøðu, tí Titanic fór í tvíningar, tá hon sakk í 1912, og fleiri enn 1500 fólk lótu lív.

Gerhard Seiffert, sum var verkætlanarleiðari fyri Magellan, sigur sambært BBC, at talan er um størstu skanningarverkætlan á sjónum, sum nakrantíð er gjørd.

Hekkan er torfør at kenna aftur. Mynd: Atlantic Productions/Magellan

-Djúpið, sum er næstan 4.000 metrar, er ein avbjóðing, og har er streymur við vrakið eisini. Og vit sleppa ikki at nerta við nakað, tí vit skulu ikki gera skaða á vrakið, sigur Seiffert og leggur aftrat, at hvør fersentimetur, eisini havbotnurin kring vrakið, skal avmyndast.

Myndirnar, ið eru fingnar til vega, eru eisini rættiliga greiðar, og tað sæst umgangandi, at talan er um Titanic, hóast skipið hevur ligið á havsins botni í meira enn 100 ár. 

Millum smálutirnar, ið kunnu síggjast, er stellnummar á einari skrúvu, og persónligir lutir og óupplatnar sjampanjufløskur á havbotninum kring skipið.

Les eisini...  Heimsins besta flogbóltsdeild í Televarpinum

Tað er serliga bógvurin, ið er lættur at kenna aftur, men allur afturparturin á skipinum er smokkað saman, tá skipið fór í tvíningar, og hevur skorað seg niður í havbotnin sum ein ókenniligur samanvevstur av metalli.

Summir partar av skipinum hava hildið sær betri enn aðrir. Mynd: Atlantic Productions/Magellan