Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

45 ára gamal vil aftur í Serie A

Hóast Parma í februar misti eitt stig fyri at lata skattapappírini ov seint inn, so endaði Parma á einum 4. plássi í Serie B við sama stigatali sum Cagliari, men Parma var betri í innanhýsis dystum (1-1 og 2-1).

Parma fór á húsagang í 2015 og byrjaði aftur sum áhugafelag í Serie D. Liðið flutti upp aftur við rakettferð og tryggjaði sær tríggjar uppflytingar á rað til Serie A í 2018. Í 2021 flutti liðið niður aftur í Serie B og nú kann liðið flyta upp aftur í Serie A.

Sama ár sum Parma fór av knóranum, helt Gianluigi Buffon málið reint í átjan dystum og vann 6. meistaraheitið við Juventus. Samanlagt vann Buffon 10 meistaraheiti við Juventus, áðrenn hann vendi heim aftur til Parma í 2021 eftir eitt kappingarár við Paris Saint-Germain.

Tað eru liðin nærum 30 ár síðani, at Gianluigi Buffon spældi fyrsta dystin í Serie A fyri Parma tann 19. november 1995. Buffon helt eisini dagin við at halda málið reint, hóast Roberto Baggio, George Weah, Marco Simeone og Zvonimir Boban høvdu fleiri atsóknir. Tá var Buffon bert 17 ára gamal og 295 dagar.

45 ára gamli Buffon kann aftur spæla í Serie A fyri kappingarárið 2023-24, um Parma vinnur frásáldingardystirnar. Gongur alt sum ætlað, so kann Buffon spæla í Serie A sum 46 ára gamal, tá hann fyllir í januar mánaða.