Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjey umsøkjarar fingu stuðul úr høvuðsstaðargrunni

Á árliga fundinum, sum hesaferð varð hildin í Nuuk í Grønlandi, hevur grunnurin Nuuk-Reykjavík-Tórshavn býtt út stuðul til sjey umsóknir frá føroyskum umsøkjarum

Grunnurin letur á hvørjum ári 600.000 kr. – 200.000 kr. frá hvørjari av limakommununum – til verkætlanir og tiltøk á mentanarliga økinum og innan ítrótt og undirvísing.

Endamálið hjá grunninum er at styrkja samstarvið og fatanina millum politikarar og borgarar í teimum trimum høvuðsstøðunum, Tórshavn, Nuuk og Reykjavík. Umsøkjararnir, ið fáa stuðul, skulu birta upp undir samstarvið millum býirnar og fatanina, ið íbúgvarnir í teimum trimum býunum hava hvør av øðrum og høvuðsstøðunum í útnorði.

Endamálið við grunninum er somuleiðis at geva politikarunum, ið manna grunnin, høvi at viðgera mál av felags áhuga og aktuell evni, ið teir tríggir høvuðsstaðirnir eru upptiknir av.

Á fundinum í Nuuk var eitt av evnunum stóri fólkavøksturin, sum allir teir tríggir høvuðsstaðirnir hava merkt seinnu árini. Bústaðartørvurin er stórur, prísurin á bústøðum hækkar í hvørjum, og ymiskt er, hvussu býirnir loysa avbjóðingarnar, ið teir standa fyri.

Í Nuuk sást greitt, hvussu stórt virksemið er á byggiøkinum, og stórir byggikranar eyðkenna býarmyndina. Omanfyri 600 íbúðir verða í løtuni bygdar í býnum, sum hevur umleið 19.000 íbúgvar í dag. Hetta nøktar tó ikki allan tørvin, og tískil eru fleiri aðrar, stórar verkætlanir ávegis á byggiøkinum.

Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, og Súna Mørk, býráðslimur, umboðaðu Tórshavnar kommunu á fundinum í Nuuk, sum varð hildin í ráðhúsinum í býnum.

Tær sjey umsóknirnar úr Føroyum, sum fingu stuðul úr grunninum, fingu úr 15.000 upp í 40.000 kr. í stuðuli. Mesta stuðulin fingu verkætlanin Heilsufótbóltur á Argjum og ein 8. flokkur í Eysturskúlanum, ið fingu 40.000 kr. í part.

Kvinnurnar, ið spæla heilsufótbólt á Argjum, skulu brúka stuðulin til eina ferð til Reykjavíkar at spæla fótbólt móti øðrum liðum, ið spæla heilsufótbólt. 8. Flokkurin í Eysturskúlanum skal somuleiðis brúka stuðulin til eina ferð til Íslands.

Les eisini...  Prísurin á streymi hækkar fimm oyru

Hini, ið fingu stuðul vóru:

Bramo “Music for Peace, Human Rights and Democracy” v. Rógva á Rógvu

Havnar Bridgefelag – luttøka á Reykjavík Bridgefestival og Tórshavn Bridgefestival

Havnar Svimjifelag – luttøka á Reykjavík International Games

Ítróttarfelagið Hvirlan – luttøka í IR Stórmót í Reykjavík

Glaðari tú – vitjan hjá Havsvimjibólki í Nuuk

Næsti fundur í grunninum Nuuk-Reykjavík-Tórshavn verður í Tórshavnar í mai í 2024.

Av tí at grunnurin ikki hevur býtt út allar tær tríggjar ferðirnar 200.000 kr. seinnu árini, er gjørt av at hækka samlaðu stuðulsupphæddina úr 200.000 kr. upp í 300.000 kr. frá hvørjari av teimum trimum kommununum í grunninum. Sostatt verða 900.000 kr. býttar út í stuðuli í 2024 og aftur í 2025.

Kelda: torshavn.fo