Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FIFA sjósetti sína egnu HM-kapping

Tann 28. mai 1928 varð avgjørt á einari FIFA ráðstevnu í Amsterdam, at FIFA skuldi sjálvt skipa og stíla fyri egnari altjóða kapping, sum gjørdist kend sum heimsmeistarakappingin í fótbólti.

Frammanundan hevði FIFA verið við til at skipa olympiskan fótbólt, sum byrjaði við Summar OL í 1920, og síðani 1924 og 1928. Kappingarnar vóru væleydnaðar og væl móttiknar, so FIFA tók stig til undir leiðslu av Jules Rimet at stíla fyri egnari kapping, sum skuldi byrja í 1930.

FIFA leitaði til Uruguay, sum hevði vunnið báðar undanfarnu OL-kappingarnar og hevði hundraðárshald fyri frælsi frá Brazil. Ólukkutíð gav valið av Uruguay stórar ferðatrupulleikar fyri europeisku landsliðini og bert fýra lond valdu at luttaka – Belgia, Frakland, Rumenia og Jugoslavia. Hinvegin luttóku sjey lond úr Suðuramerika (Argentina, Bolivia, Brazil, Chile, Paraguay, Peru og Uruguay) og tvey lond úr Norðuramerika (Mexico og USA). Japan og Thailand (fyrr kallað Siam) tóku seg úr aftur, meðan Egyptaland orsakað av illveðri í Miðjarðarhavinum ikki náddi ferðaskipið The Florida, sum legði frá landi í Marseille við jugogoslaviska landslinum umborð. Sostatt luttóku samanlagt 13 lond.

Tveir teir fyrstu HM-dystirnir vórðu spældir samstundis tann 13. juli 1930, har Frakland vann 4-1 á Mexico og USA vann 3-0 á Belgia.

Vertirnir endaðu við at vinna fyrstu HM-kappingina og vardu sostatt heitið sum heimsins besta lið í OL-kappingunum við einum 4-2 sigri á Argentina í finaluni.