Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Meistarar – men koyra stjóran og ítróttarstjóran til hús

Hvat skal so til um ein skal verða sitandi í slíkum størvum?

Á seinasta leikdegi í týsku Bunesliguni var stórur spenningur um tað skuldi verða Dortmund, sum fór avstað við meistaraheitinum. Dortmund hevði 70 stig meðan Bayern høvdu 68 stig. Dortmund hevði heimadyst móti Mainz meðan Bayern München ferðaðist til Køln.

Bayern fekk eina góða byrjan har teir í 8. minutti komu á odda við frálíkum máli frá Coman. Beint undan steðginum fekk Sané mál, men VAR annuleraði málið tí bólturin var komin í armin á honum í uppspælinum.

Verri gekk hjá vertunum í Dormund, sum í fyrra hálvleiki vóru aftanfyri við 2 málum. Dortmund fekk tó møguleikan í fyrra hálvleiki at javna, men Sebastian Haller brendi brotsspark í 19. minutti.

Í hesi støðu vóru Bayern München meistarir, men enn var ein hálvleikur eftir. Í 69. minutti minkaði Dortmund um munin, so nú bleiv trýstið hart, tí teir skuldu í øllum førum hava javnleik um Bayern ikki vann í Køln og hetta gjørdist enn meira spennandi tá Køln javnaði við brotssparkið í 81. minutti. Nú skuldi Dortmund bara skora einaferð fyri at fáa meistaraheitið. Teir skoraðu eisini í 96. minutti við máli frá Niklas Süle og fingu javnleik men tað var ikki nokk tí í Køln legði innskifti unglingin Jamal Musiala Bayern München á odda í 89. minutti og so var alt avgjørt.

Men rok var sjálvandi 5 minuttir eftir dystin tí tá komu tíðindini út, uttan at nevndin hevði ætlað tað soleiðis.

Oliver Kahn, fyrrverandi stjóri í Bayern München AG og málverji hjá Bayern og týska landsliðnum

Oliver Kahn, fyrrverandi málverjin hjá Bayern München og týska landsliðnum, bleiv sendur til hús undan seinasta dysti í Bundesliguni leygardagin 28. mai og bleiv biðin um ikki at møta til dystin, sum bleiv spældur í Køln.

Les eisini...  Sunnudagin klokkan 15 sigur FM1 beinleiðis frá 07 Vestur-B68 og ÍF-Víkingur
Hasan Salihamidžić frákoyrdi ítróttarstjórin

Umframt at koyra Oliver Kahn, so bleiv ítróttarstjórin Hasan Salihamidžić eisini koyrdur frá.

Nýggjur stjóri í FC Bayern München AG verður 55 ára gamli  Jan-Christian Dreesen, sum hevur verið varðastjóri seinastu 10 árini og hevði boðað nevndini frá at hann gavst tá hetta kappingarárið var av, men tá stýrið ringdi og spurdi um hann vildi taka yvir yrkið hjá Oliver Kahn, so takkaði hann ja.

Á tíðindafundinum í morgun, sunnudagin 28. mai, greiddi stýrisformaðurin Herbert Hainer frá grundini hví Kahn ikki var við í Køln. Hann segði at hósdagin høvdu teir fund við Kahn og Salihamidžić um teirra uppsøgn og Salihamidžić skilti hetta og slapp við Bayern München ferðalagnum til Køln meðan samskiftið við Kahn ikki gekk, sum ætla, so fríggjadagin fekk hann so boð um at hann ikki fekk loyvi at ferðast við Bayern München til dystin í Køln.

Kahn kom inn í nevndina 1. januar 2020 ogbleiv settur sum stjóri í FC Bayern München 1. juli 2021 og í hesum tíðarskeiði vann Bayern München UEFA Champions League, UEFA Super Cup, Bundesliga 2 ferðir, DFB steypakappingina og DFL Supercup 2 ferðir.

Hainer sigur at tað var alt annað enn lætt at boða Oliver Kahn frá avgerðini, men stýrið hevur gjørt av at gera broytingar í leiðsluni og tí tóku vit hesa avgerð. Vit takka Kahn fyri hansara tíð hjá okkum og ynskja honum alt tað.

Á tíðindafundinum í dag bleiv Heiner spurdur um hví Julian Nagelsmann bleiv koyrdur og hann greiddi frá at aftaná vetrarsteðgin hevði ikki koyrt so væl hjá Bayern München og liðið hevði ikki spælt, sum Bayern plagar at spæla og tí føldu teir seg noyddan at koyra Nagelsmann

Les eisini...  Blindur passasjerur á flogvøllinum í Vágum
Jan-Christian Dreesen, nýggjur CEO í Bayern München AG