Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eingin verður noyddur at tosa danskt í rættinum

Føroyskt er høvuðsmál í sjálvum rættarsalinum í Føroya rætti, og hóast danskt eisini verður brúkt, verður eingin noyddur at tosa danskt í rættinum

Føroyskt er høvuðsmál í Føroya rætti, og eingin verður noyddur at tosa danskt í rættinum.

Hetta staðfestir landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, í svari til Anniku Olsen, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, sum vildi vita, um arbeiðið at fáa føroyskt sum formligt rættarmál í Føroya rætti var byrjað.

Í svarinum sigur landsstýrismaðurin, at hóast danskt kann nýtast í Føroya rætti, so er føroyskt høvuðsmál í sjálvum rættarsalinum, og eingin føøroyingur verður noyddur at tosa danskt í rættinum. 

Hetta er galdandi bæði í sivilmálum og revsimálum.

Áður kom tað fyri, at vitnir og partar, ið hava føroyskt sum móðurmál, blivu spurd, um tey vóru sinnað at tosa danskt í málum, har dómarin, ákærin ella verjin ikki hevði nøktandi kunnleika til føroyska málið, til dømis í málum, har dómarin var seturdómari úr Danmark, ella har ákærin var avlpysari úr Danmark.

Men í teimum heilt fáu førunum, sum enn eru, har ein ákæri, dómari ella annar luttakari í einum rættarfundi ikki hevur nøktandi kunnleika til føroyska málið, er ein tolkur til staðar, sum kann týða føroyskt til danskt, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Bjarni Kárason Petersen sigur eisini, at í dag eru tveir sorinskrivarar, tveir hjálpardómarar og tveir dómarafulltrúar í føstum starvi hjá Føroya rætti.

Hóast báðir sorinskrivararnir hava danskt sum móðurmál, hava teir búð í Føroyum í nógv ár og eru giftir í Føroyum. Hjálpardómararnir og dómarafulltrúarnir hava allir føroyskt sum móðurmál. Sorinskrivararnir, hjálpardómararnir og dómarafulltrúarnir skilja øll føroyskt til fulnar.

Bjarni Kárason Petersen ger eisini greitt, at tað fyrr hevur verið ein trupulleiki, at tað ikki hava verið so nógvir føroyskir umsøkjarar til størv hjá Føroya rætti og hjá ákæruvaldinum, o at tað av hesi orsøk fyrst og fremst hava verið danir, sum hava myndað hesar myndugleikarnar í Føroyum. 

Les eisini...  Kastaði blikk eftir starvsfólki á bensinstøð

Hetta er tó ikki ein trupulleiki longur, bæði tí at nógvir føroyingar lesa løgfrøði í Danmark, men eisini tí at føroysk kandidatútbúgving innan løgfrøði er sett á stovn á Froðskaparsetri Føroya, har tey fyrstu, sum hava verið gjøgnum alla útbúgvingina, væntandi taka prógv næsta summar.