Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

VfB Leipzig allarfyrsti týski meistarin

Tann 31. mai 1903 vann VfB Leipzig 7-2 á DFC Prag í Hamburg og tók ímóti fyrsta týska meistaraheitinum.

Leipzig varð stovnað í 1896 og var eitt av teimum upprunaligu 86 liðunum, sum tóku seg saman í 1900 fyri at seta týska fótbóltssambandið á stovn, kallað Deutscher Fußball-Bund ella “DFB”. DFB varð stovnað 28. januar 1900 í Leipzig og fyri at økja um limatalið, so fevndi limaskapurin um lið av týskum uppruna frá øðrum londum. Eitt av hesum liðum var jødiska DFC Prag, ið hoyrdi til býin Prag, sum nú er partur av Kekkia, men sum tá var partur av Eysturríki-Ungarn.

Prag vann seg í finaluna undir gátuførum umstøðum. Teir skuldu spæla frásáldingardyst ímóti Karlsruhrer FV, sum fekk eitt fjarrit, sum stóð at vera frá DFB og sum segði, at dysturin var avlýstur. Tískil møtti Karlsruher ikki upp til dystin – sum ikki var avlýstur – og Prag varð kosið at vera vinnari orsakað av einum brotsverki, sum gav teimum pláss í finaluni ímóti Leipzig. Hóast fjarritið ongantíð hevur verið greinað fyri almenninginum, so er tað kanska ongin tilvild, at forsetin fyri DFB tá – Dr. Ferdinand Hueppe – eisini var formaðurin hjá Prag.

Undan finaluni valdaði reinur hurlivasi, tí VfB Leipzig-leikarin, Georg Steinbeck, náddi ikki tokið til Altona orsakað av skúlagongd og burdi ikki verið frammi til dystarbyrjan, so Leipzig átti at byrjað dystin í undirtali, men ongin ordiligur bóltin var at finna. Tá ein bóltur varð fingin til vega, var Steinbeck møttur.

Vøllurin var illa uppmerktur og brotsteigurin var merktur við einum togenda. Atgongumerkið kostaði 1 mark og dómarin, Franz Behr, savnaði peningin saman á einum tallerki.

Les eisini...  Alment tiltak: Rætt til ríkisborgararætt

Prag-liðið hevði latið skeiva liðuppstilling inn og hevði sambært altjóða hagtalsserfrøðingunum, IFFHS, 7 eysturríkskar landsliðsleikarar á liðnum, sum ikki so frægt vóru limir í felagnum.

Væntað varð kortini, at Prag-liðið fór at vinna, men liðið møtti til dystin í vánaligum standi, tí ungu leikararnir høvdu verið á einum vertshúsi í Hamburg fyri og øðrum eftir náttina fyri. Kortini legði liðið seg á odda 1-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Leipzig javnaði og fyrri hálvleikur endaði við einum 1-1 javnleiki. Vánaliga fyrireikingin gav at bíta í seinna hálvleiki, tá Leipzig skoraði seks mál afturat og vann heili 7-2.

Málrekkjan:
0 : 1 Meyer (22.)
1 : 1 Walter Friedrich (31.)
2 : 1 Adalbert Friedrich (49.)
3 : 1 Heinrich Riso (54.)
3 : 2 Meyer (65.)
4 : 2 Bruno Stanischewski (69.)
5 : 2 Heinrich Riso (71.)
6 : 2 Bruno Stanischewski (85.)
7 : 2 Heinrich Riso (88.)

Liðuppstillingin hjá VfB Leipzig: Ernst Raydt (málmaður) – Erhard Schmidt, Arthur Werner (verjuleikarar) – Wilhelm Rößler, Walter Friedrich, Otto Braune (miðvallarleikarar) – Georg Steinbeck, Bruno Stanischewski, Heinrich Riso, Adelbert Friedrich, Ottomar Aßmus (áleyparar)

Fyrsta kappingin um týska meistaraheitið kostaði meira enn 1.000 mark at avgreiða, men tað mundu fótbóltsleikararnir frá Leipzig leggja lítið í, tí teir vóru allarfyrstu týsku meistararnir!

VfB Leipzig vann tvey meistaraheiti afturat (í 1906 og 1913), áðrenn felagið varð upployst av sameindum myndugleikum eftir seinna heimsbardaga. Klubblimir endurskipaðu felagið í 1946 og teir hava spælt undir fleiri ymiskum nøvnum síðani tá. Síðani 1965 hevur felagið verið kent sum 1. FC Lokomotive Leipzig. Teir spæla í løtuni í 4. bestu týsku deildini.

DFC Prag varð upployst í 1939, tá Nazitýskland hersetti Tjekkoslovakia, men felagið varð endurstovnað tann 9. juni 2016 í tráð við upprunaliga felagið.