Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hin Serstaki vann fyrstu steypini

Tann 1. juni 2003 setti Porto met við at vinna 86 stig í landskappingini, tá Porto vann 2-0 á Sporting á seinasta leikdegi.

Sigurin setti krúnu á eitt ótrúligt kappingarár fyri Porto, sum bara tapti tveir dystir og spældi fimm javnleikir í 34 landskappingardystum. Teir tóku oddasessin í september og hildu fast í honum, til teir vunnu 19. meistaraheitið, men fyrsta síðani 1999. Tað var eisini fyrsta meistaraheitið hjá nýggja venjaranum, José Mourinho, sum hevði tikið við miðskeiðis í undanfarna kappingarári.

Sigurin á Sporting gav Porto samanlagt 86 stig – og met í bestu portugisisku deildini. Benfica hevði uppaftur betri kappingarár í 1972-73, tá liðið vann 28 dystir og spældi tveir javnleikir í 30 dystum, men tá fingu liðini bert tvey stig fyri ein sigur, so Benfica endaði á 58 stigum. Umroknað til trý stig fyri vunnan dyst, so høvdu teir somuleiðis endað á 86 stigum, men høvdu spælt fýra dystir færri.

Góðu úrslitini hjá Porto tað árið umframt meistaraheitið fevndu eisini um sigrar í UEFA Cuppini, portugisisku steypakappingini og Supercuppini.

Síðani er metið tikið nakrar ferðir og í 2021-22 vann Porto við heili 91 stigum.