Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgmaður: Føroyar skulu ikki gerast ein russisk umskipingarhavn

Russisk skip, sum ikki eru fevnd av fiskivinnuavtaluni millum Føroyar og Russland, sleppa nú ikki longur at umskipa her. – Føroyar skulu ikki gerast ein russisk umskipingarhavn, heldur løgmaður

Umfatandi havnarstongsil skal setast í verk móti russiskum skipum, sum ikki eru fevnd av fiskivinnuavtaluni millum Føroyar og Russland, skjótast gjørligt.

Tað kom fram á tíðindafundinum á Viðareiði, har landsstýrið legði fram ætlanirnar um tiltøk móti Russlandi.

Á tíðindafundinum kom fram, at russisk skip hava umskipað umleið 400.000 tons her í Føroyum, hóast tey bert kunnu fiska umleið 100.000 tons av uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi, men stendur tað til landsstýrið, so skulu russisk skip bert sleppa at umskipa tað, sum er fiskað í føroyskum øki, sambært fiskivinnuavtaluni millum Føroyar og Russland.

– Føroyar skulu ikki gerast ein russisk umskipingarhavn í Norðuratlantshavi, nú onnur lond hava stongt sínar havnir fyri Russlandi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, á tíðindafundinum á Viðareiði.

Tí skal havnarstongsil setast í verk skjótast gjørligt, har Vørn kemur at hava eftirlit við russisku skipunum, og tað er eisini tað, ið Løgtingið skal taka støðu til nú seinnapartin klokkan 13, tá uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir, ið eru framdar móti Ukraina (víðkaðar heimildir at áseta reglur um avmarkandi tiltøk).

Hóast landsstýrið ætlar at seta átøk móti Russlandi í verk her og nú, so segði landsstýrið, at fiskivinnuavtalan við Russland, ið er gjørd fyri í ár, verður hildin. Tó segði landsstýrið einki um, hvussu verður við fiskivinnusamstarvinum við Russland frameftir – í fyrstu syftu í 2024 – tí landsstýrið fer ikki at taka støðu til hetta fyrr enn í heyst.