Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 og Dan Brimsvík hava longt samstarvið við tveimum árum

Dan Brimsvík, ið hevur verið høvuðsvenjari í B36 seinastu árini, fer eisini at standa við róðrið hjá teimum hvítu í Havn tey næstu tvey árini

– Vit í B36 eru sera nøgd við arbeiðið hjá Dan Brimsvík og eru glað fyri, persónin, Dan Brimsvík.
Tí var hetta ein einføld avgerð at taka. Dan Brimsvík heldur fram at leggja afturat tí arbeiði hann leggur fyri dagin. Vit fegnast um at besta mansliðið framhaldandi er í góðum hondum.

Tað sigur forkvinnan í B36, Marita Debess Magnussen, nú partarnir eru vorðnir samdir um nýggjan sáttmála, ið eisini bindir Dan til B36 tey næstu tvey árini.

Dan Brimsvík hevur nú staðið á odda fyri besta liðnum í sínum barndómsfelag síðan 2021. Størsta løtan hjá Dan sum B36-venjari var í 2021, tá ið B36 vann Løgmanssteypið, tá B36 vann ímóti NSÍ eftir brotssparkskapping.