Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Danskt Dynamitt

Tað var tann 4. Juni 1986, at Danmark spældi fyrsta dystin í einum HM-endaspælið, har Danmark endaði í Deyðansbólki saman við Skotlandi, Uruguay og Vesturtýsklandi.

Tvey ár frammanundan hevði danska landsliðið bergtikið altjóða fótbóltsheimin, tá liðið vann seg í EM-hálvfinala, har liðið tapti 4-5 upp á brotsspørk fyri Spania eftir 1-1 í longdu leiktíðini. Kortini var Danmark mett sum veikasta liðið í HM-bólkinum millum Vesturtýskland (HM-vinnari í 1954 og 1974) og Uruguay (HM-vinnari 1930 og 1950) umframt Skotland, sum luttók 4. ferð á rað og 6. ferð samanlagt í kappingini.

Men Danmark tók øll av bóli, tá liðið byrjaði við einum 1-0 sigri á Skotlandi, sum framvegis syrgdi brádliga deyðan hjá undanfarna landsliðsstjóra, Jock Stein, av einum hjartatilburði í september 1985 mitt undir einum undankappingardysti ímóti Wales. Málið kom í 57. minutti, tá áleyparin Preben Elkjær fekk bóltin um brotsteigarmarkið frá Frank Arnesen, snýtti skotska Wille Miller og skeyt bóltin við vinstra beini framvið Jim Leighton. Bólturin støkk í málið umvegis handaru stong.

Sostatt bøtti Elkjær fyri mistakið, tá hann brendi í brotssparkskappingini undir EM 1984, sum gav Spania sigurin. Hann legði eitt trítyssi av málum afturat, tá Danmark vann 6-1 á Uruguay. Danmark helt áfram við at vinna 2-0 á Vesturtýsklandi og vann seg í áttandapartsfinaluna. Góða gongdin steðgaði, tá liðið møtti syndapláguni Spania og tapti 1-5.