Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrstaliðið vann á eykaliðnum – í steypafinaluni

Tann 4. juni 1980 vann Real Madrid sponsku steypakappingina við at vinna 6-1 á eykaliðnum – í finaluni.

Eykaliðið, sum byrjaði í 1930 sum eitt óheft áhugafelag, varð kallað Castilla CF og gjørdist dótturfelag hjá Real Madrid í 1948, tá stórfelagið gav týðandi fíggjarligan stuðul afturfyri fyrsta keypsrætt til Castilla-leikarar. Í 1952 gjørdist liðið alment eykaliðið hjá Real Madrid.

Hóast liðið spældi í 2. deild kappingarárið 1979-80, har liðið endaði á 7. plássi, so vann liðið seg í finaluna um Copa del Rey við at vinna á einari røð av liðum úr bestu deildini: Harímillum Hércules, Athletic Bilbao, Real Sociedad og Sporting de Gijón. Sporting endaði á 3. plássi í La Liga, meðan Sociedad endaði sum tveyari; eitt stig aftan fyri Real Madrid.

Men tá Castilla stóð yvir av móðurfelagnum í finaluni á Bernabéu, tá var onki at gera. Real Madrid legði seg á odda 1-0 við einum máli frá Juanito í 20. minutti og lat ongan iva vera um úrslitið. Real økti til 2-0 undan steðginum og førdi 4-0 eftir ein tíma, tá komandi Real Madrid-venjarin, Vicente del Bosque, skoraði. Del Bosque stjórnaði fyrst Castilla CF í tíðarskeiðnum 1987-90 og stóð á odda í fýra góð ár fyri Real Madrid frá 1999-2003, áðrenn hann við hepnari hond stýrdi Spania frá 2008-16

Castilla minkaði endiliga um munin í 80. minutti, tá Ricardo Álvarez skoraði, men Real Madrid skoraði tvey mál áðrenn dystarlok og økti sostatt til 6-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Danin Flemming Povlsen spældi við Castilla CF kappingarárið 1986-87.