Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hepni kann føra langt

Tann 5. juni 1968 gav eitt lutakast vertstjóðini Italia pláss í EM-finaluni fram um Sovjetsamveldið. Italia vann eisini finaluna eftir umdyst.

Tað vóru bert fýra lið í endaspælinum: Italia, Sovjetsamveldið, Ongland og Jugoslavia. Hálvfinalurnar vórðu leiktar sama dag, har Italia møtti Sovjetsamveldinum í Napoli, meðan Ongland møtti Jugoslavia í Firenze. Í síðstnevnda dystinum fekk Alan Mullery frá Tottenham Hotspur allarfyrsta reyða kortið nakrantíð fyri Ongland í 424 A-landsdystum. Jugoslavia vann ein 1-0 sigur í 87. minutti við máli frá vonginum úr Reyðu Stjørnu, Dragan Džajić.

Hin hálvfinalan var upp aftur tættari, tá Italia og Sovejetsamveldið spældu ein málleysan javnleik. Eftir galdandi reglum varð dysturin ikki avgjørdur við umdysti, longdari leiktíð ella brotssparkskapping, men við einum lutakasti, sum Italia vann á rættvísan hátt. Teir komu í finaluna, har teir spældu ein 1-1 javnleik ímóti Jugoslavia. Endaði finalan á jøvnum, so søgdu viðtøkurnar, at umdystur mátti til. Umdystin vann Italia 2-0.

Italia vann aftur EM 2020 á Wembley ímóti Onglandi eftir longda leiktíð og brotssparkskapping. Vanligi dysturin endaði 1-1, longda leiktíðin gav onki mál og brotssparkskappingin endaði 3-2.