Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fýra lið eru klár til hálvfinalurnar í steypakappingini

Ígjár var leikt um at koma í hálvfinalurnar í steypakappingini fyri U21.

Grannauppgerð var á Argjum, tá ið AB tók ímóti vinnarnum frá í fjør, HB. Javnleikur var í hálvleikinum, men tá ið gott 6 minuttir vóru farnir av øðrum hálvleiki, legði HB seg á odda. Málskjúttin var Jón Steingrímsson.

11 minuttir fyri leiklok javnaði miðverjin Dánjal Danielsen fyri AB.

Men stutt eftir legði HB seg á odda aftur, við málið frá Ejvind Mouritsen. Páll Fríði Ziskason avgjørdi dystin og skoraði til 1-3, sum eisini gjørdist úrslitið.

Í Gundadali var KÍ á vitjan ímóti B36. Klaksvíkingar liggja á odda í FM bólkinum, ímeðan B36 liggur á einum fjórða plássið.

Her bleiv eitt nakað yvirraskandi úrslit, tá ið teir hvítu vunnu heili 6-0 á KÍ. Málskjúttarnir vóru Marius Allansson, Carl Mikkelsen, Mattias Joensen, Rani í Soylu og Sámal Jákup Jacobsen.

Við Løkin í Runavík spældu NSÍ og Víkingur. Her vunnu heimaliðið NSÍ 1-0, málskjúttin var Beinir Grønagarð. Støðan var eisini 1-0 í hálvleikinum.

Í seinasta dysti leiktu B68 og 07 Vestur á Toftum. Ein meira málríkur dystir og avgerðin fall endaliga í yvirtíðini.

07 Vestur legði seg á odda tíðliga í dystinum, við málið frá Julian Mouritsen. Heini Fossdalsá javnaði beint fyri steðgin.

1-1 var støðan í hálvleikinum.

Toftamenn komu best út í øðrum hálvleiki og skoraði tvey mál nokkso tíðliga í øðrum hálvleiki. Málskjúttarnir vóru Rói Hansen og Eli Hansen.

Napoleon Tjørnudal minkaði um munin fyri 07 Vestur beint fyri leiklok. Men í yvirtíðini tryggjaði Heini Fossdalsá og Pætur Akselsen toftamenn sigurin, sum sendi B68 víðari í hálvfinaluna.

Hesi vóru úrslitini úr fjórðingsfinalunum:

Les eisini...  12 smærri vindskaðar fráboðaðir

B36 – KÍ 6-0

AB – HB 1-3

NSÍ – Víkingur 1-0

B68 – 07 Vestur 4-3

Tann 21. august verða hálvfinalurnar og finalan verður tann 6. oktober.